Í kvøld klokkan 18.30 verður fyrsti dysturin í øðrum umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum leiktur, tá Víkingur á heimavølli í Sarpugerði í Norðragøtu tekur móti B36.
Í fyrsta umfarinum tapti Víkingur á útivølli 0-1 fyri NSÍ. B36 vann á heimavølli 2-1 á EB/Streymi.
Seinast B36 vann á Víkingi í einum kappingardysti í Sarpugerði var 5. mars í 2023. Í teimum seinastu 20 innanhýsis kappingardystunum hevur Víkingur vunnið 11 dystir, B36 hevur vunnið seks dystir og tríggir eru endaðir við javnleiki.
Víkingur hevur eina pinkalítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 2,05 og 2,20.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 2,95 og 3,70.
Oddsini upp á útisigur til B36 liggja millum 2,75 og 3,06.
HER eru oddsini:
##med2##













