Hondbóltur: Neistin hevur væl og virðiliga uppiborið greipuna í ár.
Tað staðfestu bláu havnarmenninir aftur leygardagin. Tá tóku nýkosnu greipuvinnararnir seinasta takið í hesum kappingarárinum og vunnu trygt 33-25 á Kyndil. Neistin vann fyrra dystin 30-25.
Kyndil stríddust í tveimum førum móti yvirmaktini. Bárður Johannesen, Hans Áki Dal-Christiansen og hinir góvu sítt og kundu ikki annað enn staðfesta, at Kyndil ikki hevur betri uppiborið enn silvurheiðursmerki í steypakappingini og landskappingini í ár. Heimasíðan hjá Kyndil staðfestir tað væl í síni dystarfrásøgn.
– Men Kyndil hevur einki at skammast eftir báðar finalurnar, tí okkara menn stríddust fyrimyndarliga væl fyri sínum gullmøguleika, skrivar heimasíðan.
Breiddin hjá Neistanum prógvaði aftur sítt virði í finaludystunum. Ingi Olsen, venjari, hevur havt alskyns møguleikar at sett liðið. Profilarnir stóðu seg eisini væl í báðum finaludystunum, og verjuparturin hjá Kyndil hevði sera torført við at verja fyri teimumm. Finnur Hansson, David Edvardsen, Jugoslav Djumic og Heini Hanusarsson vóru eisini millum bestu skjúttarnar hjá Neistanum.
Kyndil gjørdi ein seinasta vørr í seinna finaludystinum leygardagin. Hóast teir høvdu runnið aftaná so at siga allatíðina, eisini í fyrra dystinum, var grøna síðan á áskoðaraplássunum nærmast á gosi, tá Neistin brádliga bara var á odda fyri einum. Tá vóru 40 minuttir spældir av dystinum. Tað var eisini tað nærmasta, silvurvinnararnir komu gullinum.
Neistin hevur dyggiliga sett øll mótstøðuliðini upp á pláss í ár. Tað fall teimum ongantíð tungt at vinna seg í FM-finaluna. Í finalunum vunnu teir uppiborið á grannunum. Eingin hevur staðið teimum kurl. Tí var tað fult uppiborið, at greipuvinnarar lótu seg fagna seinnapartin leygardagin.