Meistarar í hondbólti fyri 40 árum síðani

Í gjár hittust eitt lið av hoyvíkingum, og tað var ikki av tilvild.

 

Á myndini síggjast nakrir av teimum, ið mannaðu dreingjaliðið hjá H71 í 1983. Og hesir gjørdust  føroyameistarar í 1983, dreingir 16 ár.

 

Somuleiðis eru hesir fyrstu føroyameistararnir hjá H71, og sagt verður, at hetta er fyrsta, og kanska einasta, lið, sum er vorðið meistari, uttan at hava eina veruliga høll at venja í. Vant varð í fimleikarhøllini í Hoyvíkar skúla.

 

Hoyvikshøllin er bygd í 2002.

 

-Fyri rættvísis sakir eiga vit at siga, at sama dag vunnu dreingir 12 hjá H71, og enn berjast menn í Hoyvík um, hvør í veruleikanum vann fyrsta meistaraheitið - og nær á degnum, frættist úr Hoyvík.

 

Tveir av leikarunum á hesum liðnum, dreingir 16, Árni Ellefsen  og Jákup Símun Simonsen, vunnu bæði meistaraskapini sama dag. Teir vóru eisini venjarar hjá dreingjum 12.

 

Ikki lá fyri hjá øllum at vera við í gjár, men á niðaru myndini sæst manningin á H71 liðnum, dreingir 16, í 1983.

 

##med2##