Meistarar móti steypavinnarum í dag

Talan er um tey bæði liðini, sum í fjør vunnu ávíkavist lands- og steypakapping, og uttan iva er talan eisini um tvey av liðunum, sum longu nú hava sett FM-heitið í 2010 sum mál fyri veturin.

Upprunaliga skuldi dysturin spælast í morgin, men tá er eisini rimmar dystur í fótbólti, og tí hevur H71 valt at flyta dystin, so hann ístaðin verður spældur klokkan 16 í dag.