Tað vóru tvey av liðunum, sum seinnu árini hava sýnt nakað av tí mest ferðmikla og undirhaldandi fótbóltsspælinum, sum hittust í Gundadali sunnudagin. Í fjør vóru HB og NSÍ eisini tey bæði fremstu liðini í landskappingini, og nú tey aftur togast um at koma heilt fram í oddin, var tað tí við stórum spenningi ? og helst eisini høgum vónum ? at áskoðararnir leitaðu sær í Gundadal sunnudagin.
Ikki at kenna aftur
Hvørt tað er summarsteðgurin, sum hevur órógvað, ella um talan bara var um ein av teimum keðiligu døgunum, skulu vit ikki taka dagar ímillum. Men sannleikin er, at serliga runavíkingar høvdu ilt við at staðfesta, hví teir skulu roknast millum fremstu liðini í landinum.
Har var nevnliga snøgt sagt einki at hóma av tí, sum annars hevur vørumerkið hjá liðnum. Bakkarnir hjá HB lótu seg á ongan hátt lokka ov langt niðan á vøllinum, og tí høvdu runavíkingarnir sera ilt við at fáa glið á djúpu sendingarnar til kantarnar, sum annars hevur verið stóra styrkin hjá liðnum. Tí bleiv fyri tað mesta roynt at kroysta bóltin niðan eftir miðásini, har HB miðvøllurin ongar trupulleikar hevði. Ella eisini vórðu langir bóltar sendir niðan í heysin á Símun Eliasen, sum ikki hevði nevniverdar trupulleikar í luftdystunum móti ávíkavist Helga og Sonna L. Petersen.
Av hesum einføldu orsøkum megnaðu runavíkingar mest sum ikki at skapa nakað, og ótryggleikin í uppspælinum førdi eisini við sær hópin av møguleikum til heimaliðið.
Longu í øðrum minutti átti Andrew av Fløtum helst at gjørt bart, tá hann varð púra leysur við Jens Martini Knudsen, men hvørki hann, Rúni Nolsøe ella Hallur Danielsen vóru nóg neyvir, tá teir høvdu gyltar møguleikar.
Frísparkið avgjørdi
Sum hálvleikurin leið, so fingu runavíkingar tó meira skil á verjupartinum av spælinum, men best sum tað tóktist ganga tann vegin, at tað skuldi verða málleyst fyri steðgin, slapp HB upp á talvuna.
Kanska var talan um eitt fríspark av tí heldur bíliga slagnum, sum Andrew av Fløtum vann sær í nærdyst í Kára Hansen, men hevði verjuleikarin gjørt skjótari av, var vandin helst ongan tíð íkomin.
Jens Martin hevði ivaleyst roknað við, at Andrew fór at royna seg við einum skrúvandi skoti upp um manngarðin, men ístaðin høgdi álopsmaðurin mitt í málið, har landsliðsmálverjin stóð sum kánus, meðan bólturin ferðaðist ótarnaður inn í meskarnar. Uttan iva eitt mál, sum landsliðsmálverjin kundi og átti at vart fyri, men hinvegin var hetta heldur ikki meira, enn HB hevði uppiborið.
Sterk tilgongd
Tað var kanska væntandi, at NSÍ fór at seta meira ferð á eftir steðgin í eini roynd at venda dystinum. Fyrstu pinkalítlu løtuna tóktist gulu menninir eisini vera nakað ídnari, enn teir høvdu verið fyri steðgin, men veruliga at hótta heimaliðið megnaðu teir ikki. Til tess var heimaliðið alt ov væl skipað. Serliga var tað á miðvøllinum, at HB var omaná í øllum, men yvirhøvur tykist Frank Skytte nú at hava funnið eina blending, sum fer at gera tað meira enn trupult hjá øðrum liðum at gera nakað við HB.
Við Hans á Lag og Símuni Eliasen aftur í verjupartinum hevur venjarin í øllum førum fingið nakrar nógv fleiri møguleikar at seta liðið saman. Hesa ferð gav hetta úrslit í, at Karsten From varð settur á beinkin fyri tað mesta, meðan Rógvi Jacobsen hevði leiklutin sum miðframherji. Rógvi hevur kanska ikki somu ferð á sær, sum danski álopsmaðurin, men við kropsligu styrki síni og ikki minst góða høvuðsspælinum er hann eitt sera gott vápn sum target-maður. Tað merktist eisini aftur í, at tær fáu ferðirnar HB kom undir nakað, sum líktist trýsti, kundu teir við góðum úrsliti senda langt niðan til Rógva, sum í fleiri førum antin fekk stútað niður til viðleikarar, ella bara tikið ímóti og síðani bíða, til liðið hevði førkað seg longur upp. Við kvika Tór-Ingar Akselsen og tekniskt sterka Andrew av Fløtum við síðuna av Rógva tykist blandingin av ymsum dygdum eisini vera í lagi í álopspartinum, og so leingi sum Martin Christensen heldur fram við sínum arbeiðsavriki á miðvøllinum, er saknurin í Rógva ikki so stórur her, sum tað annars hevði verið vandi fyri.
Líkist einum favoritti
Hóast tað soleiðis uttan nakað sum ivamál var ein fult uppiborin sigur, sum HB vann sær, so var tað tó um reppið, at runavíkingar kundu stolið annað stigið við sær heimaftur.
Fyri steðgin endaði einasta veruliga royndin hjá teimum á samankomingini, tá eitt skot frá Ian Højgaard varð avrættað, og eftir steðgin kendu teir seg í tveimum førum snýttar av dómaranum, tá hesin ta fyrru ferðina bríkslaði fyri frísparki, tá Gert Langgard vann bóltin í dysti við HB-málverjan, og tá hann seinnu ferðina lat vera við at bríksla, tá Bárður Johannesen togaði í Jónstein Petersen, so hesin ikki fekk gjørt sær dælt av eini grovari feilmeting hjá málverjanum.
Tríggir møguleikar, sum allir vóru meira nær við enn næstan, men skulu misnýttu HB-møguleikarnir takast við, so vildi tað verið púrasat burturvið, um NSÍ skuldi fingið nakað við sær heimaftur. Ikki minst mundu allar flestu áskoðararnir síggja bóltin í NSÍ málinum, tá Rógvi í tveimum atløgum royndi seg, men fyrru ferðina bjargaði Jens Martin frágera væl, og tá Rógvi fá sekundir seinni fluktaði, brast bólturin á undirsíðuna av tvørtrænum.
Tað fingu teir ikki, og við hesum hevur HB nú aftur strítt seg upp á ovasta sessin á stigatalvuni. Og at meta eftir eftirverandi dystarskránni, so noyðist havnarliðið nú nærum at átaka sær favoritt-leiklutin í FM-stríðnum. Í mun til grannarnar, so hava teir í øllum førum verið í bæði Runavík og Klaksvík, og eisini hava teir leikt dystirnar á Toftum og í Vági, har HB oftani hevur tað ógvuliga trupult.
Havandi ójøvnu gongdina fyri summarsteðgin í huga, so er tað tó langt ífra, at HB-leikararnir longu nú fara at taka sær av løttum. Enn eru sjey ferðirnar 90 minuttir eftir at leika, men megnar liðið ígjøgnum hesar at sýna sama hugburðin, sum teir gjørdu sunnudagin, so verður tað í øllum førum meira enn tungt hjá nøkrum av mótstøðuliðunum at gera nakað sum helst við meistararnar.
Dysturin í tølum
HB-NSÍ 1-0 (1-0)
1-0: Andrew av Fløtum
Dómari Lassin Isaksen. Skuldi verið munandi harðari í revsingini, tá eftirtaklingar stóran part av dystinum vóru gerandiskostur, uttan at hetta kostaði nakað fyri leikararnar.
HB: Bárður Johannesen ? Hans á Lag, Jan C. Dam, Símun Eliasen, Janus M. Joensen ? Rúni Nolsøe, Martin Christensen, Hallur Danielsen ? Tór-Ingar Akselsen, Rógvi Jacobsen, Andrew av Fløtum
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjálvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Kári Hansen, Ian Højgaard, Jónstein Petersen ? Sonni L. Petersen, Helgi L. Petersen