Meistararnir í amboðsfimleiki

Føroyameistarakappingarnar hjá teimum eldru í amboðsfimleiki hava verið á hvítusunnu, og merkisvert er, at Øssur Debes Eiriksfoss nú er bæði føroyskur og danskur meistari

Á hvítusunnu hava FM-kapp­ingarnar í amboðsfimleiki hjá eldru bólkunum verið, og varð kappast í Fimi í Havn bæði leygardagin og annan hvítu­sunnudag. Eldru bólkarnir vóru hesaferð kvinnur, menn, kvinnu­unglingar og dreing­ir. Eingin kapping var hjá mans­unglingum, tí har var bara tann eini fim­leik­arin meld­aður til, so hann mátti bara kappast við monn­unum.
Kappast var í øllum am­boðum, so á kvinnusíðuni vóru fýra ymisk amboð og á mann­fólka­síðuni seks am­boð. Feløgini, sum vóru við til kapp­ing­ina, vóru Fimleika­felagið Ljósið, Havnar Fim­leika­felag, Klaksvíkar Fim­leika­felag og Fimleika­felagið Støkk.
Kappingin varð skipað soleiðis, at leygardagin var tann bestur, sum var bestur í øllum amboðum samanlagt. Seks teir bestu íðkararnir leygardagin sluppu so víðari til kappingina ann­an hvítusunnudag, har amboðs­finalur síðani vóru í hvørjum amboði sær.

Bæði DM og FM
Tann av fimleikarunum, ið óivað hevur fingið mest um­røðu síðstu tíðina, er Øssur Debes Eiriksfoss, tí í mars mán­aði eydnaðist honum at vinna danska meistaraheitið í lopi um hest. Eisini varð hann í kjalarvørrinum á tí út­tikin til EM, sum var í Moskva í apríl, har honum eydn­aðist at gerast nummar 20 í somu grein, lopi um hest.
Nú føroyameistaraheitið stóð upp á spæl, vísti Øssur seg eisini at vera tann drúgv­asti av øllum og vann, so tí er hann í løtuni bæði danskur og føroyskur meistari! Numm­ar tvey var Bogi Berg og nummar trý Jóni B. Christian­sen, og eru teir allir úr Havnar Fimleikafelag.
Hjá kvinnum bleiv Birita Poulsen føroyameistari framm­an fyri ávikavist Katrin Wardum og Eydnu Danielsen, og eru allar tríggjar úr Havnar Fimleikafelag. Tað eru eisini tríggir teir fremstu hjá dreingjum, har Aron Jacobsen varð føroya­meistari, Hannes Agnarsson nummar tvey og Heini Samson nummar trý.
Vár Bech Árting úr Havnar Fimleikafelag varð før­oya­meistari hjá kvinnu­ung­ling­um, nummar tvey Lív Bech Árting úr Havnar Fimleikafelag, og nummar trý Eyð Vang úr Ljósinum.