Eitt einsamalt mál frá Konstatin Zurianov var nóg mikið hjá Russlandi, sum enn heldur lív í sínum vónum um at koma víðari í EM-endaspælinum.
Hinvegin gjørdist talan um vónbrot hjá Grikkalandi, sum eftir teir báðar fyrstu dystirnar einki stig hevur.
Í hinum dystinum í dag spældi Spania seg víðari við at vinna 2-1 á Svøríki. Stóra spanska hetjan varð aftur hesa ferð David Villa, sum í seinasta minuttinum skoraði sigursmálið hjá spaniólum.
Fernando Torres hevði tíðliga í dystinum skotið Spania framum, men eftir 34 minuttum javnaði Zlatan Ibrahimovic fyri Svøríki.
Tann støðan helt sær altso til seinasta minuttin, tá Villa skoraði sítt fjórða mál í endaspælinum.
Við hesum er Spania víðari, meðan tað er lagt upp til gysara, tá Svøríki og Russland hittast í seinasta umfarinum av bólkaspælinum.