FM heitið varð í fjør vunnið so sannførandi, at einki er at undrast á, at HB verður roknað at vera stórur FM favorittur.
Eftir tvey umfør er úrtøkan tvey stig. Grannarnir í B36 hava níggju stig eftir trý umfør. Um HB einki vinnur í dag, tá ið Víkingur verður gestur í Gundadali, so verður fjarstøðan fram til B36 sjey stig. Í fjórða umfari hittast B36 og HB.
HB spælið hevur higartil í ár ikki verið so sannførandi, sum tað var í fjør. Hvørki í álopi ella verju. Tað er saknur í Tróndi Jensen, sum er um at vera klárur aftur eftir skaðasteðg síðani í heyst.
Tað er sannlíkt, at onkrar broytingar vera á HB liðnum longu ídag. Umframt Trónd Jensen er bara Sebastian Pingel á skaðalistanum hjá HB.
Víkingur hevur vunnið einaferð og einaferð spælt javnt, og tað halda teir í Sarpugerði vera brúkiligt, hóast teir ikki vunnu ímóti KÍ. Tað hildu teir seg hava uppiborið.
Allir teir, sum higartil í ár hava verið á besta liðnum, eru tøkir. Í gjár var Philip Djordjevic á næstbesta liðnum í 90 minuttir. Tí fer hann neyvan at hava serligan leiklut ídag.