7. UMFAR SAMANUM
Trífaldu meistararnir úr HB trívast illa á útivølli. Tað siga hagtølini. Tríggjar av teimum sjey ferðunum hava teir verið á bygd, og tað hevur kiksað hvørja ferð. Teir taptu í Klaksvík, í Vági, og nú á Skála. Øðrvísi er í Gundadali. Har hevur HB fingið fult allar fýra ferðirnar. Einasti týdningarmikli dysturin, sum teir higartil hava tapt á heimavølli, var fjórðingsfinalan í steypakappingini. ÍF vann hósdagin 1-0 í Gundadali. Í annaðkvøld er áttanda umfarið á skránni, og tá fara HB og ÍF at spæla í Gundadali.
Tað hevur gingið framúr væl hjá ÍF. Í fjør fingu teir í átjan umførum tólv stig. Í ár hava teir eftir sjey tey fyrstu umførini rokkið tólv stigum. Í trimum av teimum sjey umførunum, sum higartil eru avgreidd, eru tvey ella fleiri mál farin ígjøgnum hjá ÍF, sum tó tykist hava væl stinnari verju í ár, enn teir høvdu í fjør. Undan kappingarbyrjan hevði eitt stig verið roknað sum góð úrtøka á Eiði. Sum støðutalvan nú sær út, kann tað kanska roknast sum hálvt vónbrot, men higartil hevur ÍF ikki tapt á útivølli, og so er spurningurin, hvat trýst fuglfirðingar í annaðkvøld fara at megna at leggja á HB verjuna.
Tølini siga, at tað er serliga í verjupartinum, at tað skinklar hjá HB. Í fjør lótu teir bara átjan mál fara í gjøgnum í átjan dystum. Í sjey teimum fyrstu royndunum í ár er bólturin tólv ferðir farin í HB málið. Harvið hevur HB verjan higartil verið eins ótøtt sum tann hjá KÍ, og tað er merkisvert, at tað bara eru botnliðini GÍ og EB/Streymur, sum hava havt størri hol í verjuni, enn meistararnir hava havt tað.
Tølini siga eisini, at HB dystirnir eru teir málríkastu. HB hevur skorað átjan mál, og tað eru fleiri, enn nakað annað felag hevur megnað. At HB hevur fingið so nógv mál er merkisvert, tí teir tykjast framvegis leita eftir bestu uppstillingini frammi á vøllinum. Sunnudagin skoraðu teir tríggir ferðir á Skála, og annar av miðverjunum skoraði øll málini.
B36 er framvegis oddalið, og í annaðkvøld kunnu teir á Skála orduliga staðfesta ta støðuna. Moralurin tykist vera góður í árstalsfelagnum, og tølini siga, at B36 trívst væl á útivølli. B36 hevur higartil bæði vunnið í Vági og í Fuglafirði. Eftir annað umfarið varð tað mett kiksað, at B36 ikki hevði megnað meiri enn málleysan javnleik á Sevmýri. Úrslitini hjá TB síðani tá hava víst, at tað ivaleyst verður torført hjá fleiri á Tvøroyri.
Verjuparturin hjá B36 er rættuliga stinnur. Bara tvey mál eru farin ígjøgnum hjá væl upplagda Jákupi Mikkelsen í sjey teimum fyrstu umførunum. Í framrættaða partinum er tað merkisvert, at oddaliðið hevur skorað færri ferðir enn Skála, HB, NSÍ og ÍF.
Moralurin á Skála tykist vera góður, og Skála er kanska tað liðið, sum higartil hevur víst mest sannførandi spælið. Men tað hava teir bara gjørt í løtum. Í annaðkvøld fara moralstinnu liðini at stríðast á Skála. Tað verður ógvuliga áhugavert.
Uppi og niðri
Eftir sjey tey fyrstu umførini sigur støðutalvan, at kappingin er um at fara í tvíningar. Umframt tey fýra omanfyri nevndu, so hevur góða gongdin seinastu vikurnar borið NSÍ fram millum tey, sum stríðast um heiðursmerkjapláss. NSÍ hevur ikki tapt síðani í fyrsta umfarinum. Men teir hava fleiri ferðir hálvkiksað, og tað hevur kostað. Sunnudagin tóktist tað eina løtu sum um, at gongdin frá javnleikinum á heimavølli móti TB skuldi endurtakast, men eftir steðgin vóru teir í NSÍ flúgvandi.
Turbolensurin hevur verið stórur í Klaksvík. Tá ið havt verður í huga, at TB er uppflytari, so kann tað kanska tykjast sum um, at eitt stig á Sevmýri var soltið hjá KÍ, men tá ið støðan seinastu vikuna verður havd í huga, og tá ið sammett verður við, hvussu t. d. B36 og NSÍ hava staðið seg móti TB, so var tað kanska ikki verri enn ilt hjá nýggja KÍ venjaranum at leggja soleiðis fyri.
Í annaðkvøld er talan um lagnudyst hjá KÍ. Um teir ikki megna at fáa fulla úrtøku á heimavølli móti illa stadda EB/Streymi, so fer at standa heilt illa til í Klaksvík. Um teir megna at vinna, so kann tað verða so skjótt, at teir sleppa upp millum tey fremru.
VB venjarin hevur fleiri ferðir víst á, at tað serliga er í framrættaða partinum, at hansara lið hevur trupulleikar. Tølini siga, at VB í ongum dysti hevur skorað fleiri enn eitt mál. Tvær ferðir hava teir fingið fulla úrtøku burturúr einum máli, men sunnudagin oyðiløgdu teir sær ? fyribils í hvussu so er ? heilt málmunin.
Í annaðkvøld fær VB vitjan av TB. Tvørámenn hava alla orsøk at vera nøgdir. Higartil hava teir staðið seg væl. Trýstið hevur verið stórt á teir, men tað eru bara tvær ferðir farin fleiri enn eitt mál ígjøgnum. Í fyrsta umfarinum taptu teir 5-1 á Skála, og í Gundadali taptu teir 3-1 móti HB.
Størsta spurnartekini higartil eigur GÍ. Fleirfaldu meistararnir, sum hósdagin sendu Skála úr steypakappingini, eru aftast. Hjá ongum eru so nógv mál farin ígjøgnum, sum tað eru hjá gøtumonnum. Hóast teir taptu stórt í Gundadali, so kundi avrikið saman við tí móti Skála hósdagin bent á, at GÍ fer at lætta sær á. Fyrsti møguleikin verður í annaðkvøld, tá ið NSÍ fer at vitja. Grannarnir báðu megin Gøtueið hava mangan verið í drápiligum víggi.
Um GÍ fer at lætta sær á, so er spurningurin, hvør so verður fremsta evnið at yvirtaka lítið hugaliga botnplássið. EB/Streymur er næstniðast. Í fjør gekk við ferð hjá teimum, og teir høvdu ætlað og roknað við meiri, enn teir higartil hava megnað. Málsóknu álopsspælararnir frá í fjør hava higartil ikki fingið nakað serligt burturúr. Spurningurin er, um tað verður í Klaksvík, at teir fara at fáa gongd á. Bæði hjá heimaliðnum og EB/Streymi stendur heilt nógv upp á spæl!
Mikukvøldið verður spælt soleiðis: KÍ-EB/Streymur, HB-ÍF, VB-TB, GÍ-NSÍ og Skála-B36. 2. hvítusunnudag verða uppgerðirnar aftur áhugaverdar. Tá fer skráin at síggja soleiðis út: B36-HB, NSÍ-Skála, TB-GÍ, EB/Streymur-VB og ÍF-KÍ. Tá verður fyrsti triðingurin av 2005 kappingini av, tá hava meistararnir verið tvær ferðir fleiri í Gundadali, enn teir nú hava verið, og tá kann talvan fara at síggja væl øðrvísi út, enn hon ger nú, tí talan verður næstu dagarnar um nógvar innanhýsis uppgerðir millum tey ovaru og tey niðaru.