Meistararnir vórðu úrlatnir

Umframt at tapa við fýra málum, so endaði KÍ við níggju monnum á Tórsvølli ímóti B36, sum eirindarleyst sektaði mistøkini

Tað var langt frá avrikinum fyrsta leygardagin í oktober í fjør og til tað, sum KÍ vísti í Gundadali í dag.

B36 smurdi klaksvíkingar av 6-2, og tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru tað bara níggju bláir á vøllinum. Deni Pavlovic stutt undan steðginum og Jákup B. Andreasen fram ímóti dystarenda vórðu vístir av vøllinum fyri at hava sæð tvær ferðir gult kort.

Klaksvíkingar vóru væl upplagdir frá dystarbyrjan, og eftir at Jóannes Bjartalíð úr stórari fjarstøðu hevði sent bóltin í stólpan, var tað Jákup B. Andreasen, sum eftir horna stútaði KÍ framum 1-0.

B36 fótaði sær skjótt, hugflogið og samanspælið var gott, heimaliðið vann nærdystirnar, og so var spurningurin bara, nær heimaliðið fór at javna. B36 skoraði undan steðginum trý mál. Sebastian Pingel javnaði við hepnari kontra, og so skoraði Michal Przybylski tvey mál, tá ið verjuspælið var lítið sannførandi og heimaliðið var væl upplagt.

KÍ brekkan varð øgiliga brøtt, tá ið Deni Pavlovic undan steðginum varð vístur av vøllinum. Eftir longdu leiktíðina mikukvøldið kendust KÍ beinini vera øgiliga tung. Men innskifti Ole Erik Midtskogen minkaði um munin og kveikti eina vón.

Hon brast, tá ið Sebastian Pingel stútaði eftir horna, og meistaraliðið smokkaði heilt saman, tá ið Alex Mellemgaard við brotssparki og innskifti Hannes Agnarsson í síðstu løtu staðfestu stóra og sannførandi B36 sigurin.

-Eg eri sera stoltur av mínum monnum. Allir spælararnir eru sera troyttir, tí tað er so stutt millum dystirnar. Kappingin um plássini er stór, og í dag vístu allir rætta hugburðin, og eg unni teimum so ógvuliga væl sigurin, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

 

ÍF – Skála 3-0 (0-0)

1-0: Uros Stojanov

2-0: Uros Stojanov

3-0: Uros Stojanov

 

Víkingur – AB 2-1 (1-0)

1-0: Finnur Justinussen

2-0: Finnur Justinussen

2-1: sjálvmál

 

B36 – KÍ 6-2 (3-1)

0-1: Jákup B. Andreasen

1-1: Sebastian Pingel

2-1: Michal Przybylski

3-1: Michal Przybylski

3-2: Ole Erik Midtskogen

4-2: Sebastian Pingel

5-2: Alex Mellemgaard br

6-2: Hannes Agnarsson

 

TB – NSÍ 0-1 (0-1)

0-1: Oddur Højgaard

 

EB/Streymur - HB kl. 19.00

 

NSÍ1292127629
B3612912391528
HB11911281028
12822321726
Víkingur12624211620
ÍF12615162219
EB/Streymur112186207
TB121387166
AB120488334
Skála1201117361

 

27. juli

NSÍ - KÍ

Skála - EB/Strreymur

AB - ÍF

Ólavsøkuaftan

HB - TB

Ólavsøkudag

B36 - Víkingur