Meistararnir vóru øgiliga bragdligir

Øll trý meistaramálini vórðu skorað eftir uppspæl í høgru, og harvið var tað týðuligt, at B36 hevði trupulleikar í vinstra borði

Fyri aðru ferð hevur KÍ í dag vunnið Stórsteypadystin, sum markerar, at nú er bólturin farin á rull.

 

Meistararnir úr Klaksvík vunnu trivaligan 3-1 sigur ímóti steypavinnarunum í B36.

 

KÍ fer í fyrsta umfari í landskappingini at spæla á Skála leygardagin. KÍ og Skála og øll onnur vóru í góðveðrinum í dag vitni til, at teir í KÍ eru sera væl upplagdir, nú teir fara undir síðstu fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.

 

Væl upplagdi Jóannes Bjartalíð legði, tá ið fyrri hálvleikur var knappliga hálvrunnin, KÍ á odda við fínum skoti við høgra beini og eftir at hann hevði sneitt seg leysan eitt vet til høgru. Møguleikan stóðst av, at B36 misti í uppspælinum í vinstru.

 

Mads Bo Mikkelsen økti stutt undan steðginum til 2-0. Uppspælið var í høgru, og Jesper Brinck átti fína innleggið, og so setti Mads Bo Mikkelsen innarusíðu á bóltin.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti René Shaki Joensen um munin til 3-0. Væl upplagdi Mads Bo Mikkelsen sneiddi inn frá høgru og valdi at smekka til, tá ið møguleikin eisini var at leggja innfyri. Bólturin brast í nærra stólpan, og so var René Shaki Joensen klárur við handara stólpa og setti bóltin í málið.

 

Í síðsta minutti minkaði Michal Przybylski um munin, tá ið hann tveitti seg fram og prikaði bóltin í málið, meðan meistaraverjan tóktist vera tøvandi.

 

B36 fær sunnudagin í fyrsta umfari vitjan av B68. Tað kann væl hugsast, at Øssur Hansen, venjari hjá B68, í dag hevur sæð onkran møguleika, sum kann fara at bera mál við sær ímóti B36.

 

Alex Mellemgaard hevur í nógv ár verið fastur á vongverjanum í vinstru hjá B36. Hann er givin – fyribils í hvussu so er – og tað var heilt týðuligt, at B36 ikki hevur funnið endaliga loysn í verjuspælinum í vinstru, og so var tað smeitur, at miðverjin Lars Enevoldsen longu í fyrra hálvleiki noyddist vøddaskaddur av vøllinum.

 

Uros Stojanov var fremsti B36 maðurin, men tað gekk ógvuliga illa hjá liðfeløgunum at finna mannin, sum áður hevur víst, at hann í fyrraárið var vandamiklasti álopsspælari í Føroyum.

 

 

 

KÍ – B36 3-1 (2-0)

 

Stórsteypadystur á Tórsvølli sunnudagin 27. februar 2022 kl. 16.00

 

KÍ – B36 3-0 (2-0)

 

1-0: Jóannes Bjartalíð 22.

 

2-0: Mads Bo Mikkelsen 43.

 

3-0: René Shaki Joensen 48.

 

3-1: Michal Przybilski 89.

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jesper Brinck, Børge Petersen (Símun Kalsø, 87.), Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – René Shaki Joensen (Jákup N. Vilhelmsen, 87.), Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen (Deni Pavlovic, 68.) – Árni Frederiksberg (Jonn Johannesen, 68.), Páll A. Klettskarð, Jóannes Bjartalíð (Olaf K. Hansen 87.)

 

Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Odmar Færø

 

Gult kort: Mads Bo Mikkelsen

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen

 

B36: Mattias H. Lamhauge – Benjamin Heinesen (Magnus Egilsson, 76.), Lukas S. Enevoldsen (Andreas Thomsen, 25.), Thor Høholt, Mattias Weihe Joensen (Símun Sólheim, 57.) – Eli Falkvard Nielsen, Michal Przybylski – Martin Agnarsson (Ragnar Samuelsen, 57.), Andrass Johansen, Bjarki C. Nielsen – Uros Stojanov (Rani Berg í Soylu, 76.) 

 

Á beinkinum: Hans Jørgensen, Andrias H. Eriksen

 

Gult kort: Andrass Johansen, Michal Przybylski

 

Venjari: Dan Brimsvík