Meistaraspæl móti meistarunum

Tað var ikki bara hevnd, sum stóð á skránni, tá VÍF hóskvøldið vant burtur úr Neistanum. Til tíðir var talan um eina eyðmýking

VÍF-Neistin 40-21 (15-10)


Hondbóltur


So løgið tað ljóðar, so mundu fegnastu menninir í Vestmanna vera teir hjá Neistanum, tá tvær ferðir 60 minuttir endiliga vóru leiktir.

Eitt er at tapa stórt, men eini slíkari eyðmýking, sum Neistanum var fyri seinastu løtuna av dystinum, munnu teir bláu ikki hava verið fyri í langa tíð.


Tað var beinan vegin í dystinum greitt, at tað var VÍF, sum var betra liðið. Teir løgdu harðliga fyri, men eftir at Neistin valdi at taka Inga Olsen úr spælinum, steðga dragingin hjá vestmenningum nakað. Fimm mál í hálvleikinum bendu sostatt á ein greiðan heimasigur, men , men?

Í seinna hálvleiki var so at siga bert ein gongd. VÍF byrjaði beinan vegin at toga frá, og mótstøðumenninir fingu lítið og einki gjørt við hetta. Hvørja ferð Neistin fekk okkurt málið, gjørdu vestmenningar tvey ella trý.

Einasta undantakið var miðskeiðis í hálvleikinum, tá neistamenn brádliga fingu trý mál á rað, men kanska hevði verið frægari, um teir ikki høvdu gjørt hetta. Í øllum førum tóktist, at VÍF eftir hetta rættiliga tendraði, og so kundu neistamenn tað sama verið farnir heim.


Komandi og farandi

Sum nevnt, so varð seinasta løtan av dystinum ein total eyðmýking av neistamonnunum. Seinasta korterið av dystinum endaði 17-4 til VÍF, og meira enn máltølini var tað eisini hátturin, sum hetta varð gjørt uppá, sum var nærum ræðandi.

Eftir at hava hildið fast um dysitn alla tíðina, skiftu VÍF eitt gear upp, og úrslitið varð hareftir.

Neistamenn góvu skarvin fullkomuliga yvir. Tóktust ómotiveraðir og sløsutir, meðan vestmenningar bara dusaðu sær enn meira. Ingi Olsen gjørdi ein hálvan Anja Andersen, men tað málið kom tó ikki upp á støði á tí, sum Harald Bjørgvin gjørdi í fyrra hálvleiki.


Komandi og farandi

Eftir dystin sat ein við meira enn einum varhuga av, at talan var um komandi og farandi meistarar.

Vestmenningar tykjast vera fullkomuliga í einum flokki fyri seg, og heldur enn at hugleiða um, hvørt tað eydnast teimum at gerast meistar, fóru tankarnir heldur at sveima móti tónunum, sum verða at hoyra í Vestmanna 7. apríl 2001.

Tað tykist longu nú vera ivamál, um hesir verða frá Freddy Mercury við »we are the champions« ella um tað verður Joe Cocker og Jennifer Gray við »Up where we belong«.

Og sum eykasetningur kann so skoytast, at Áki Olsen framvegis situr skaddur uttanfyri.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

VÍF: Ingi Olsen 11(5), Martin Hummeland 10, Sámal Joensen 7, Agnar Joensen 6, Harald Bjørgvin 2, Sjúrður Holm 2, John Zachariasen 2

Neistin: Kári Mortensen 8(4), Ragnar Zachariassen 5, Helgi Justinussen 3, Elmar Ósá 1, Áki Mørk 1, Regin Didriksen 1, Jacob Jónsson 1, Ári Rouch 1

Brotskøst: VÍF 6, Neistin 4

Útvísingar: Neistin 1

Dómarar úr H71: Kristian Martin Skála og Bárður Brimvík. Høvdu ikki alt ov nógv at gera, men hildu seg til uppgávuna uttan stórvegis hóvasták.