Tað varð ikki í kvøld, at heimsmeistarin í talvi varð funnin. Tólvta talvið millum Magnus Carlsen og Sergey Karjakin endaði remis. Harvið er støðan eftir tólv talv 6-6.
Talvið var 30 leikir, og serfrøðingar siga, at talan var um eitt satt antiklimaks, tí Magnus Carlsen, sum sat við hvítum, vísti tíðliga, at hann var ikki áhugaður í at stríðast fyri at vinna. Málið var at vinna eitt hálvt stig og so at vinna HM í umtalvunum mikudagin.
Ásetingarnar siga, at tað er ikki fyrr enn eftir 30 leikir, at tað ber til at taka remis, og tí fluttu teir so fáar leikir, sum tað er møguleiki fyri.
Tá ið Magnus Carlsen flutti átjanda leikin, segði norski viðmerkjarin, at norðmaðurin ætlaði sær remis.
-Hetta var ikki dagurin at taka stórar kjansir. Nú verður tað umdystur, og soleiðis sum dysturin higartil hevur tikið seg upp, so er hetta fínt. Eg kenni tað soleiðis, at eg verði alt betri fyri, segði Magnus Carlsen, tá ið talvið var liðugt.
Í morgin er frídagur, og so verður alt avgjørt mikudagin í kviktelving. Tá skulu telvararnir fyrst leika fýra skundtalv (rapid chess). Teir fáa 25 minuttir + 10 sekund pr leik at avgera talvið í. Stendur framvegis á jøvnum eftir fýra skundtalv verður farið yvir til snartelving (blitz chess). Tá hava telvararnir 5 minuttir + 3 sekund pr leik til alt talvið. Telvast skulu fyrst tvey snartalv og so aftur tvey og tvey, inntil komið er upp í tíggju.
Um meistarin ikki er funnin, verður alt avgjørt í tí, sum verður nevnt Armageddon. Í lutakasti verður funnið fram til, hvør skal velja litin at telva við. Treytirnar eru tær, at hvítur fær fimm minuttir og svartur fýra minuttir. Treytirnar hjá hvítum eru, at talvið skal vinnast, um meistaraheitið skal verða veruleiki. Hjá svørtum verður tað nóg mikið við remis fyri at vinna HM.
Tað kann tykjast óvirðiligt at avgera HM heitið á henda hátt, tá havt verður í huga, at teir hesar seinastu dagarnar hava brúkt 8-9 tímar til okkurt talv. Men hetta kann kanska samanberast við brotssparkskapping í fótbólti.
Lutakast var í kvøld, og tað fall soleiðis, at Magnus Carlsen fer at telva við svørtum í fyrsta talvinum mikudagin.
-Eg kenni meg ikki tryggan á nakran hátt, men eg kenni meg hava góðan møguleika. Nú snýr tað seg um fyrireikingar at telva skjótari, enn eg higartil havi gjørt og møguliga at fyrireika okkurt nýtt hugskot. Fyrst og fremst snýr tað seg um at vinna orkuna, sum er so neyðug, segði Magnus Carlsen við norskar fjølmiðlar í kvøld.
-Tað verður mest sum ov nógv av tí góða, um tað endar við Armageddon. Eg vóni, at hetta verður avgjørt, áðrenn vit koma har til, segði Karjakin í kvøld, tá ið hann smílandi stóð undir liðini á Magnusi Carlsen.