Meistarlig framførsla

Meistarligt og í heimsklassa. Tað var rockur fyri allar pengarnar, tá góðu gomlu Toto høvdu konsert í Århus leygarkvøldið. Teir góvu seg fult út, og áhoyrararnir fingu tað, teir vóru komnir eftir. Jú, Toto er við fullari ferð á veg fram aftur á altjóða tónleikapallin

Jákup Bogi Joensen

Úr Århus


Tað var spæl í heimsklassa, tá amerikanski rockbólkurin Toto trein á pall framman fyri eini sera væl upplagdari rockfjøld í Scandinavia Centrinum í Århus leygarkvøldið.

Áhoyrararnir yvirgóvu seg fulkomiliga til teir amerikansku úrmælingarnar, sum spældu í tveir og ein hálvan tíma út í eitt. Tað var bara totalt Toto. Rammurnar vóru perfektar í tí stóra og stásiliga Scandinavian Congress Center, og so hvørt klokkan nærkaðist átta, legðist alt meira til, soleiðis at tá konsertin byrjaði, hevði so nógv fólk stúgvað seg saman, at talið fór upp um tey trý túsund.

Jú, tað var rættiliga fantastiskt. Líka frá fyrsta lagnum ?Caught in the balance? til hitt allar seinasta eykalagið ?Hold the line?.

Ljóðið var gott og deiliga hart, ljósshowið var í heimsklassa, og so prógvaðu Toto dreingirnir, at aldur ikki hevur nakað at siga í tónleikahøpi. Teir løgdu út við at spæla ?Caught in the balance? av plátuni ?Mindfields?, alt meðan tann sera hugtakandi myndin av kápuni frá ?Mindfields? plátuni, so líðandi kom upp á ein risastóran skíggja handan tann stóra pallin.

Har stóðu teir so. Teir góðu gomlu Toto og við tí góða gamla forsangaranum Bobby Kimball, sum fyri stuttum aftur kom í bólkin, eftir at hann var tveittur úr í 1983, á odda.

Hetta var Toto, sum vit kenna teir, og talan var veruliga um eina konsert til reint ug.


Skaraðu framúr

Teir góvu seg fult út, Toto dreingirnir. Tað var ferð á frá byrjan, og tú fekk beinanvegin eina kenslu av, at hetta fór bara at blíva betur og betur, longur tað leið út á kvøldið.

Tað vóru tó teir báðir frontfigurarnir, sangarin, hin 52 ára gamli Bobby Kimball, sum hóast sín høga aldur onki stendur aftan fyri aðrar kendar sangarar, og guitarleikarin, Steve Lukather, sum kanska ger mest um seg av øllum á pallinum, sum vóru drívmegin aftan fyri meistarligu framførsluna hjá Toto leygarkvøldið.

Serliga Steve Lukather skaraði framúr. Maðurin er jú svakur, fullur í skemti og so er hann kanska hin allar besti guitarleikarin í heiminum yvirhøvur. Í hvussu so er megnaði hann ferð eftir ferð at dára alla fjøldina við sínum fantasktiska guitarspælið, serliga tá hann beint eftir, at bólkurin hevði framført eitt av kendastu løgunum, nevnliga ?Rosanna?, fekk fjøldina at yvirgeva seg fulkomiliga til hansara, við eini guitarsolo uppá slakar fimm minuttir.

Stuttligt var eisini at eygleiða Bobby Kimball, hvussu hann reikaði runt á pallinum, og hann legði so avgjørt alla sál sína í, tá hann stóð við mikrofon í hond.

Eisini keyboardleikarin, David Paich, fekk nógv pláss, og hansara partur lá so avgjørt ikki eftir. Serliga nógv gjørdi hann um seg, tá bólkurin framførdi løgini, ?Africa? og ?Rosanna?, sum hann sjálvur er upphavsmaður til. Lagið ?Africa? skrivaði hann tó saman við Jeff Porcaro sála. Ein annar Porcaro, nevnliga Mike Porcaro, er enn sum áður bassleikari í bólkinum. Og hann megnaði til fulnar, at halda øllum tónun saman við sínum frálíka spæli á bass guitarinum.

Hann ger ikki so nógv burtur úr sær sjálvum, og er sum heild ógvuliga friðarligur á pallinum. Svingar beini av og á, men hansara spæl var so avgjørt í heimsklassa.

Aftan fyri trummurnar sat onglendingurin Simon Phillips, sum kom upp í bólkin í 1992, eftir at hin legendariski trummusláarin, Jeff Porcaro, brádliga doyði, bert 38 ára gamal.

Simon Phillips verður ongantíð ein annar Jeff Porcaro, men hann prógvaði, at hann er ein frálíkur trummusláari.

Simon kom av álvara til sín rætt, tá bólkurin framførdi instrumentallagið, ?Jake to the bone?, sum teir ognaðu Jeff Porcaro, og hann við sínum frálíka teknikki settið prikkin yvir i-ið við eini trummusolo, sum tók knappar tíggju minuttir.

Jú, Toto vóru einastandandi, bæði tá teir framførdu hvør sær, og sum bólkur eru teir eisini ótrúligir. Væl samanspældir, og har er ongin slingur í valsinum.

Tað var Toto, tá teir eru best.


Teir vunnu hvørja sál

Eftir at teir høvdu framført nøkur av teimum nýggjaru løgunum, so sum ?Caught in the balance?, ?Cruel?, og ?Better World?, sum øll eru at finna á næst seinastu útgávuni, ?Mindfields?, megnaðu teir at fáa fjøldina soleiðis meira ella minni niður á jørðina aftur.

Og um teir ikki høvdu vunnið hvørja einastu sál, sum var í Scandinavian Centrinum hetta kvøldið, so mundu teir gera tað, tá teir á ein serligan akustiskan hátt, framførdu løgini, ?I´ll be over you?, ?Out of love?, og ?The road goes on?, umframt at teir megnaðu at fáa fjøldina at syngja við. Jú, tað var ein framúrskarandi flott løta, sum næstan ikki kann sigast frá ella skrivast við orðum.

Eisini vakra lagið ?I will remember?, frá plátuni ?Tambu?, varð framført meistarliga, rættiliga tíðliga í konsertini.

Jú, vøkru sukursøtu løgini settu so avgjørt eisini sín dám á konsertina, og soleiðis eigur tað eisini at vera, tá Toto eiga pallin.

Vit fingu øll hittløgini, so sum ?Rosanna?, ?Africa?, ?Georgy Porgy?, og ?I´ll be over you?. Og tá hitt allar seinasta eykalagið, ?Hold the line?, rungaði gjøgnum annleggið, var salurin stutt sagt á gosi. Og øll hoppaðu. Yngri sum eldri yvirgóvu seg fulkomiliga til amerikansku úrmælingarnar. Og Toto dreingirnir, ja teir settu bara ferðina enn meira upp og drønaðu avstað. Tey sum ikki kendu sveittan dríva av sær, mundu uttan iva kenna seg heldur heit hesa løtuna.

Har fór alt upp á kók, og tað var, sum tað ongan enda fekk. Jú, tað var rockur fyri allar pengarnar, tá Toto kringsettu Scandinavian Centrið í Århus leygarkvøldið.

Áhoyrararnir fingu tað, teir vóru komnir eftir, og onkur helt fyri eftir konsertina, at talan helst mundi vera um bestu rockkonsert í Danmark í longri tíð, meðan onnur vóru eitt sindur vónbrotin av, at teir ikki framførdu meira av teimum gomlu løgunum. Til dømis var onki lag av ?The sevent one? plátuni at hoyra, men sum heild vóru áhoyraranir sera væl nøgdir við konsertina, sum uttan iva fer at standa sum ein varði í danskari tónleikasøgu.

Tað var totalt Toto.