Meitelberg søkti Brønshøj

Besta liðið hjá ÍF Føroyum, sum spælir í Københavnerserien, vann hóskvøldið heldur óvæntað á útivølli ímóti Brønshøjg. Úrslitið av dystinum gjørdist 2-0 til ÍF Føroyar, og Jørgen Meitelberg gjørdi bæði málini. Hann hevur rættiliga krút í gaggunum, tí hann hevur skotið fýra mál í teimum fyrstu trimum dystunum. Undan dystinum ímóti Brønshøj helt veddingarfyritøkan Nordicbet, at Brønshøj var stórur favorittur til at vinna dystin, meðan føroyska útisetaliðið vildi tað øðrvísi.