Mekanik setir nýggjan motor í Norðsøka

- Vit hava havt nóg mikið at gera. Her eru nógv skip í økinum, og nógv enda her hjá okkum, tá ið okkurt er at gera. Vit fáast mest við motorumvælingar, sigur stjórin, Ernst Rasmussen.

Á maskinverkstaðnum, Mekanik í Runavík, arbeiða teir í hesum døgum við at seta nýggjan motor í línubátin, Norðsøka, sum P/F Bakur á Selatrað eigur.
Arbeiðið byrjaði fyri góðari viku síðan, og Ernst Rasmussen á Mekanik, væntar, at Norðsøki verður siglingarklárur aftur seint í komandi ella fyrst í aðru viku.
Norðsøki hevði ein 400 hk. stóran Cummins motor, sum var 18 ára gamalur. Nýggja maskinan er ein Mitsubishi, 450 hk.
Ernst sigur, at Mekanik bara skal skifta motorin á Norðsøka, men í sambandi við skiftið, er neyðugt við smærri umleggingum.

Mekanik 20-25 mans í arbeiði
Í januar setti Mekanik nýggjan motor í trolbátin, Skarðhamar í Skopun. Annars hevur smiðjan skift onkrar ljósmotorar út í vetur.
1997 keypti Ernst Rasmussen Mekanik, og har arbeiða millum 20 og 25 mans við maskinumvælingum og øðrum skipsumvælingum.
- Vit hava havt nóg mikið at gera. Her eru nógv skip í økinum, og nógv enda her hjá okkum, tá ið okkurt er at gera. Vit fáast mest við motorumvælingar, sigur stjórin.