Bilstuldur
Sunnunáttina fekk løgreglan á Tvøroyri fráboðan um, at ein bilur var stjolin í Vági.
Tað var ein maður, sum undraði seg yvir, at bilurin hjá grannanum var burtur hesa tíðina av samdøgninum. Hann ringdi til eigaran, og skjótt var greitt, at bilurin var stjolin. Maðurin, sum hevði staðfest, at bilurin var burtur, gjørdi ikki matari enn at ringja til løgregluna á Tvøroyri beinanvegin.
Jaspur Vang, løgreglumaður, fegnast um, at grannin "handlaði" so skjótt og boðaði løgregluni frá.
- Soleiðis kundi ein ábyrgdarfullur maður vera við til at byrgja uppfyri, at ungir menn í stjolnum bili komu inn í bygt øki og í ringasta føri gjørdu feigdina um seg.
Jaspur Vang sigur, at løgreglan á Tvøroyri fór avstað beinanvegin í tveimum bilum.
- Vit mettu, at hetta vóru ungir menn í Vági, sum ætlaðu sær norður á Tvøroyri í dans. Og tað varð rætt mett, sigur hann.
Í aðru atløgu
Menninir í stjolna bilinum snýttu tann fyrra løgreglubilin og koyrdu framvið honum, hóast løgreglan gav tekin um at steðga.
- Vit møttu bilinum á lutfalsliga breiðum vegi, so hann smeyg sær fram við okkum.
Men, sigur Jaspur:
- Tá ið menninir í stjolna bilinum møttu næsta løgreglubilinum, gekst ikki so væl hjá teimum, tí nú sluppu teir ikki fram við.
Hann sigur, at løgreglan royndi at sperra vegin av, tí teir stúrdu fyri, at menninir í stjolna bilinum kundu vera ávirkaðir av rúsdrekka.
- Um so var, kundi vandi staðist av, um teir komu inn í bygt øki á Tvøroyri.
Jaspur sigur, at endin av hesum var, at menninir í stjolna bilinum stoyttu spakuliga móti høgra bakskermi á løgreglubilinum og endaðu í veitini.
- Men tá høvdu teir longu tikið ferðina av bilinum, so materielli skaðin var lutfalsliga lítil, og eingin persónsskaði stóðst av hesum.
Bóðroynd tikin
Jaspur Vang fegnast um, at maðurin, sum fekk illgruna um stjolna bilin, boðaði løgregluni frá so skjótt.
- Hvør veit, um hetta í ringasta føri ikki kundi endað við onkrum verri, um menninir komu inn í bygt øki, sigur hann.
Illgruni er um rúsdrekkakoyring, og tí er blóðroynd tikin av monnunum, eins og báðir verða skuldsettir fyri brúksstuldur.