Meldurstormurin Katrina fekk drepandi fylgjur

Eg var so optimistiskur í seinastu viku at skriva, at avleiðingarnar av meldurstorminum Katrina skjótt mundu javna seg, og oljuprísurin falla til eitt lægri støði aftur. Hetta var eitt mistak

Áðrenn eg var kunnugur við alt hetta, sum er komið fram seinastu vikuna um støðuna og hendingarnar í býnum New Orleans, og statunum Louisiana og Missisippi, var eg kanska naivur, og trúði at heimsins ríkasta land, einasta stórveldi í heiminum, supermaktin USA, hevði tjekk uppá nakað so rættiliga banalt at byggja og viðlíkahalda byrgingar fram við láglendunum og fram við stóru áunum. Hetta var eisini eitt mistak.
Vóru teir ikki nóg væl fyrireikaðir í hesum landsparti í USA
"har meldurstormar ella hurricanes koma 10-20 ferðir á hvørjum ári;
"har veðurmenninir vita hvussu sterk vindmegin er í eini category 5 hurricane;
"har myndugleikarnir vita hvussu høg flóðin og aldurnar verða, tá ein meldurstormur av hesi styrki rakar landið;
"har ein hálv millión av fólki skal evakuerast, tá ein slík ódn nærkast;
Tað fer at taka ár, áðrenn avleiðingarnar av hesi katastrofu javna seg aftur, og spurningurin er um verðin nakrantíð verður tann sama aftur?
Amerikansk sjónarmið
Í amerikanska blaðnum New York Times hevur høvundurin Maureen Dowd (3.9.05) nakrar drepandi viðmerkingar evnaloysi og arrogansuna hjá stjórnini. Greinina kallar hon "United States of Shame". Kalt og kyniskt skrivar hon: "Ting henda, og tá tú leggur eina avmarkaða stjórn og eina inkompetenta stjórn saman, so henda deyðilig ting."
Hon heldur fram við bitrum orðum: "Enn einaferð er Amerika dottið í runudíki við anarki, deyða, ræning, neyðtøkum, stuldri, óskyldugum sum líða, elendigum infrastruktur, ódugnaligum politii, ónøktandi herliði, og eina almenna planlegging, sum er kriminelt gáloysin."
Tá George W. Bush endiliga vaknaði og fór at skoða skaðan, segði hann, meðan hann hugdi út yvir Mississippi-ánna: "Eg trúgvi ikki, at nakar kundi vita, at byrgingarnar fram við ánni kundu skolast burtur". Hetta er sum altíð, sigur Maureen Dowd, ein bílig umbering hjá Bush. "Who could have known?"
Støðan á oljumarknaðinum
Oljuprísurin liggur framvegis uppi á umleið 68-70 dollar fyri tunnuna. Framleiðslan í Mexicanska Gulfinum er ikki komin fyri seg enn. Men heldur eru tað trupulleikar á raffinerings-virkjunum, har ráoljan verður til benzin, petroleum og aðrar úrdráttir, sum gera, at eitt nú benzin-prísurin hækkar um alla verð.
Fleiri stór raffinerings-virkir, sum liggja tætt í statinum Louisiana frá Baton Rouge til New Orleans, hava fingið storm- og vatnskaðar og liggja still (Hetta økið kallast millum íbúgvarnar "the cancer route," tí tað er so ovur dálkað). Framleiðslan av raffineraðum vørum er í hesum døgum nógv minni enn vanligt, hon liggur faktisk á botni.
Internationali stovnurin IEA, International Energy Agency, í París tosar um globala orku-kreppu. Argumentini eru, at um amerikansku raffineringsvirkini hava fingið stórar skaðar av meldurstorminum Katrinu, so fer US at keypa benzin í Europa, og prísurin fer at hækka um allan heim. Í USA er prísurin á gasoline (benzin) uppá eina viku farin upp við 20 procentum.
Henda príshækkan kann gerast ein hóttan móti heimsbúskapinum. Vøksturin kann steðga upp, og kreppan breiða seg.
Langtíðarútlitið ella geo-politisku avleiðingarnar
Supermaktin USA ger alt fyri at tryggja sær atgongd til olju. Uttan olju, eingin framleiðsla, eingin bilkoyring, einki hervald. Men USA, sum fyrr var stórframleiðari av olju, noyðist í dag at flyta inn meginpartin av hesi rávøru.
Sum mynd 1 vísir (keldur til mynd 1-3, Opec statistikkur), so er Norðuramerika tann heimsparturin, sum brúkar mesta olju, og verður tað roknað um til býtslu uppá íbúgvan, so liggur USA klárt á odda. Myndin vísir eisini hvussu gongdin hevur verið seinastu 20 árini, millum 1983 og 2003, sum eru nýggjastu tøl frá Opec. Nýtslan er vaksandi allastaðni uttan í Eystureuropa, og orsøkin er afturgongd og fallandi framleiðsla eftir at kommunistisku stýrini vóru sett frá.
Men seta vit so spurningin, hvar verður oljan framleidd, so fáa vit eina aðra mynd (2). Har er Miðeystur klárt tann størsti framleiðarin, við Saudi Arabia á odda. Stórframleiðarar eru harumframt Iran, Irak og Kuwait. Men, legg merki til at framleiðslan hevur verið í afturgongd hesi seinastu 20 árini í Norðuramerika, og eisini í eystara Europa. Hinvegin hevur framgongdin verið størst í Miðeystri. Fyri USA er tað geopolitiskt og lívsneyðugt at fáa olju úr Miðeystri. Og fáa teir tað ikki við góðum í vanligum handli, so verður tað við vápnamegi.
Hvør situr á størsta oljutilfeinginum?
Men hvussu langtíðarútlitið, eini 10, 20 ella 30 ár fram. Mynd 3 vísir hvar ávístar oljukeldur (proven crude oil reserves) finnast. Av myndini sæst klárt, hvussu støðan verður um fá ár. Miðeystur fer at fáa eina upp aftur meira avgerandi leiklut í geopolitiska spælinum. Hetta vita aktørarnir í hesum spæli, sum í fyrsta lagi eru USA, ES og Kina.
Amerikanskur geopolitikkur
USA legði ikki á Irak, tí teir har høvdu biologisk vápn ella hýstu terroristum. Heldur ikki tí Saddam var eitt beist - tað var fyri at tryggja sær atgongd til oljuna, kalt og kyniskt.
USA blakaði ikki Saddam út úr Kuwait fyri at innføra demokrati - tað var fyri at tryggja sær atgongd til oljuna.
USA hóttir Iran, sum kanska hevur heimsins næststørstu ávístu oljukeldur. Ikki tí teir eru muslimar, og kanska ikki eru nóg demokratiskir. Men fær Iran sær atomvápn, so vera teir førir fyri at verja seg, tá USA skal tryggja sær atgongd til oljuna har.
Iran er sum atomveldi ikki nøkur hóttan móti nøkrum, siga granskarar úr danska Forsvarsakademiet. Men verður Iran atomveldi, so verður ringt hjá USA at seta tín vilja ígjøgnum politiskt. Eitt møguligt komandi álopskríggj móti Iran skal førast fyri geopolitiskt at tryggja sær atgongd til iransku oljuna, nú teir ikki hava ein usa-vinarligan shah Reza Pahlevi at spæla sær við.