Í morgin er altjóða dansidagur. Hendan dagin verður Memotekið, dansistuttfilmurin hjá Marionnu Mørkøre og Rannvá Káradóttir, frumsýndur. Dansistuttfilmurin lýsir kontrastina millum minimalistiska dansin, og villu og litríku føroysku náttúruna
Memotekið er ein nýggjur føroyskur dansistuttfilmur, sum Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre hava stjórnað og framleitt. Filmurin hevur tvær frumsýningar tann 29. apríl, og er hetta í samband við altjóða Dansidagin. Ein sýning verður í Norðurlandahúsinum, og ein sýning verður á Cinematekinum, á Det Danske Filminstitut, í Keypmannahavn. Harumframt verður filmurin eisini sýndur í ávikavist Ålborg og Århus tann 2. mai.
Memotekið er ein eksperimentellur dansistuttfilmur, har dansur í minimalistiskum formi verður settur í kontrast til ta ríku og villu føroysku náttúrumyndina. Filmurin er tikin upp við Super8-tóli, og gevur hetta filminum eitt ævintýrakent og surrealistiskt sermerki. Dansifilmar eru enn eitt sera nýtt og ungt fyribrigdi, og Memotekið er eitt alternativt boð uppá, hvat ein dansifilmur er og kann rúma.
Jens L. Thomsen hevur gjørt tónleik til filmin. Dansarar eru Kristina Sørensen Ougaard og Matilde Wendelboe Dresler.
Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre hava arbeitt saman við nógvum ymiskum verkætlanum til bæði film og pall, síðan lokið prógv í London í 2004. Eitt nú kann nevnast: Dukkumentar ? videoinstallatión, sum varð framleidd í Kanada 2005, og Investigations of a Dog ? audiovisuell framsýning 2007.
Brot úr filminum er at síggja á á www.youtube.com/watch