Agga Niclasen
[email protected]
----
Hurlivasin um tað stórfeita bøssabrúdleypið vísir, hvat kampanjufólk kunnu fáa burturúr, tá ið tú brúkar eina dilettantiska Gallup-kanning at laða uppundir egnar meiningar.
Samkynd kampanjufólk sigla fyri fullum seglum, og fara at blíva við at gera tað, inntil vit petta tey sundur. Tað krevur bara nóg mikið av opinskáraðum liberalistum og politikarar við integriteti og forstáilsi fyri eini institutión, ið einans er til, tí tú diskriminerar.
Kortini, ikki meiri diskriminerandi enn at øll sleppa at giftast, men við tí treyt, at tú giftist einum representanti frá hinum kyninum. Hjúnabandið er bert fyri mann og kvinnu, og umdefinerar tú tað, kanst tú eins væl gera ein enda á tí. Loyvir tú Bjarna og Per at giftast, tað veri seg borgarligt ella í kirkjuregi, tá kann alt gera tað sama; og tað er órelevant, um kirkjan er almenn ella ei—meiningin, definitiónin!, er farin.
Samkyndur kærleiki er, innanst inni, eitt samband millum tvey fólk. Siðvant hjúnalag er ikki. Tað er ein institutión. Tað snýr seg ikki bara um samlív ella samlag, tað snýr seg ikki eingong um at hava eitt intenst samband. Tað snýr seg um nógv meiri enn tað; um at skapa eina eind við egnum reglum, viðurkend av statinum sum eitt serskilt samveldi.
At klamsa saman eitthvørt menniskjasamband, so at alt frá bøssakærleika til eitt praktiserandi kristið par verður homogeniserað til hugtakið “hjúnaband”, tænir ongum. Ikki samkyndum pørum, hvørs “hjúnaband” fer at hava lítla søguliga dýpd og null nútíðar relevans. Heldur ikki teimum, ið longu eru gift, tá ið nógv teirra halda, at bøssabrúdleypið er átrúnaðarliga ótolerant og undirgravar teirra samleika.
Samkynd kampanjufólk hava broytt bøssabrúdleypið frá skemt til dogma. “Kynsleyst hjúnalag”, siga tey. Men uttan at geva sær far um tað (ella skíta tey bara á tað í teirra totaliteru ótoleransu) svarar hetta til bíbliufrían kristindóm; ella ginn og tonikk við sinoppi... tað hoyrir ikki heima har.
Unga Tjóðveldi (UT), eins radikalt og hasar bíligastu Barbie-dukkurnar í Klávus, klemmar sjálvsagt orðingina og henda ófrælsa politikk, tí annars—og nú mást tú halda tær!—“fáa vit ikki skapt trivnað og javnbjóðis rættindi”. Hóast talan er um ein óliberalan malplaserings-aktivitet, brúkar UT “javnstøðu” sum argument uttan eginliga at forstanda hugtakið. Neyðardýrini vilja bara hava eitt... “litríkt” Føroyar.
Bøssabrúdleypið appelerar ikki til nakran frælsisanda ella javnstøðu, til stríðið ímóti kvinnukúgan og amerikanska kravið um borgararættindi í 60unum, men eina moralska og politiska einsrættan; til hvussu hugskot so lættliga og fuskut enda sum ein átuligur trúarsetningur; til hvussu trupult tað er at siga sína meining og ikki svíkja síni grundvirði í eini tíð, har vit rykkja brýr eftir iva og ósemjum.
Ynskið um broyting í hjúnabandslógini lýsir avbera væl, hvussu politisk søguskriving verður tilevnað, og hvussu fólk verða noydd at svølgja hana. Og tað er hatta so óreina orðið, “diskriminatión”, kopplað at falskari javnstøðu, ið er lokomotivstjóri hjá elitera vinstravonginum og tess merkverdigu prísan av øllum tí vrøvlandi grenji, óuppfinnsamir minnilutabólkar koma við.
Í dag verður diskriminatión bert brúkt í keðiligum vendingum; sum tá ið onkur kemur við illavorðnum fordømingum í mun til húðarlit ella kyn. Tann góði formurin fyri tað, at diskriminera, tann sanna merkingin av hugtakinum, er forsvunnin. Og tað er nakað lort, tí tað er heilt avgerandi, at vit finna fram aftur førleikan at diskriminera. Og at vera opin um tað. Vit mugu gera hetta, tí vit eru endað í eini verð vát inn at skinni av falskari javnstøðu. Tá ið LGBT geylar “javnstøða”, meina tey við samfelagsliga einsháttan, har “javnstøða” er tað, tey siga, tað er.
Lurtar tú bara at samkynjuelituni, tá fert tú at halda, at bøssabrúdleypið bara er um javnstøðu, um javnrættindi. Nú verður hugtakið “javnstøða” brúkt sum eitt totalitert amboð, tí ein og hvør, sum ivast í ella mutar ímóti eini umdefinering av hjúnabandinum, verður avskrivaður sum “javnstøðu-fíggindi” ella “homofob”, hvat jú ikki er serliga hugaligt at verða kallaður, veit eg.
Vanliga orki eg ikki at hoyra uppá LGBT og teirra bedrøviliga retorikk um mannminkandi normalisering... tá heldur sortera CD-samlingina hjá svigermor í alfabetiskum ordan. So tá ið hasin felagsskapurin og RIQmor umrøða núverandi hjúnabandslóg sum ójavnstøðusliga, hvat meina tey so við?
Meina tey, at tað hevði verið javnstøðu-kriminalitetur, um eg ikki slapp inn í Det Jyske Musikkonservatorium? Rætt, eg dugi ikki at spæla nakað ljóðføri, skilji ikki tónleik, ja, meiri enn at eg veit, at Suede og David Bowie rokka, og at Melody Gardot hevur eina sexuta rødd. Men hvat við mínum rætti at fáa somu viðferð sum tey, ið duga alt hatta har... lesa nótar og slíkt? Eg havi kanska aldri verið áhugaður í hesum fyrr enn nú. Eg veit, at nógv fólk trívast væl í tí, identifisera seg við stovnin, blíva glað av at vera har, og eg veit, at eg ikki ordiliga hoyri heima har, eg havi onga relevanta tilvísing eiheldur talent fyri líkasum ordiligt at kunna gera alt tað, mann nú einaferð ger á slíkum stað. Men hvat er problemið? Kann eg ikki bara geyla “javnstøða” og krevja javnbjóðis rættindi at sleppa inn á konservatoriið og gagnnýta tess ekspertisu og útgerð? Heitasta, eg vil bara hava tað, hini hava. Prøva meg fram.
Tað stutta av tí langa er, at samfelagið diskriminerar allatíðina—alment sum privat. Tað má, tí um institutiónir og felagsskapir ikki gera tað, tá høvdu teir mist allan samleika, sítt etos, sína meining. Hevði Thomas Winther, rektari á konservatoriinum, loyvt mær og líkum inn, hevði tað hildið uppat at eksistera.
Tann góði og kultiveraði formurin fyri diskriminatión er ein ósundurskiljandi partur av einhvørjari institutión. Diskriminering er tað, ið loyvir alskyns felagsskapum og bólkum at definera seg, at avgera, hvat limaskapurin betýðir, hvør sleppur uppí, hvør ikki. Uttan mismun var ongin institutión, onki samfelag.
Politiskir flokkar, kirkjur, Immanuel, gjeikaraklubbar, Matmøðrafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag, KÍF, skúlar, kommunur, KRIS, Í Menniskjum Góður Tokki og aðrir egindyrkandi áhugafelagsskapir, einki av hesum hevði verið til, um diskriminering var kriminell.
Og lóggáva, forrestin, handlar ikki um at øll skulu “kunna tað”. So er við fátækrahjálp, ella forsorgarhjálp; ella lógin um nær tú kanst fáa koyrikoyrt ella, ja, mismunur og krøv eru allastaðni. Allar lógir áseta, at øll sleppa, men hesar lógir krevja harumframt nakað spesifikt av hvørjum einstøkum borgara: hjá Almannastovuni at ganga tíni umsókn um fátækrahjálp á møti, mást tú vera... ahem, fátækur; øll kunnu fáa koyrikoyrt, solongi sum tú ert átjan ára gamal og hevur tikið neyðugar royndir hjá koyrilærara. Sama við hjúnalagnum.
Elitubøssar hevda, at hjúnaskapur er um kærleika. Bara kærleika... áh! Og tí er tað órættvíst og særandi at hindra Biritu, ið nú einaferð elskar Malenu, at giftast. Sjálvar siga tær, at samkynd hava tað, sum skal til fyri at giftast: at Birita elskar Malenu, og Malena elskar Biritu—og tí er tað skeivt ikki at loyva teimum uppí hjúnabandsarkina.
Men kærleiki er ikki nokk. Tað skal meiri til enn so at giftast, annars tøma vit meiningina við hjúnalagnum so nógv, at tað verður meiningsleyst. Og hjúnabandið ger longu mismun, sjálvt ímóti teim forelskaðu. Ein maður er kanska djúpt forelskaður í elstu systrini, og hon í honum, men tey sleppa apsalutt ikki at spleysast. Og hvat við honum, ið ynskir at giftast tveimum kvinnum, ella kvinnan, ið vil hava tríggjar ísenn? No can do. Hann má velja. Mítt fyrsta forelskilsi var Barbra Streisand, men nei!, tí sjálvt um hon ivaleyst eisini hevði verið interesserað, var eg ov ungur. So tað er neyðugt at skyna mun á ymiskum samlagi og viðganga, at hjúnabandið í síni veru er ein diskriminerandi eind.
Um ikki vit gera mismun, um ikki vit seta krøv, um ikki vit síggja, at hjúnabandið snýr seg um annað enn kærleika, annað enn at ‘síðustilla’ nøkur ynski hjá onkrum minniluta, kunnu vit líka so gott avlíva tað. Akkurát sum leikluturin hjá Det Jyske Musikkonservatorium sum samfelagsligur tónlistamennari hevði endað í ongum, slapp eg inn á fremmanda siglingarleið at spæla idiot og flasha mítt politiska yvirlegni.
Sjálvandi, fyri ikki so nógvum árum síðani vóru samkynd fyri øgiligum órætti. Tíbetur er hetta broytt. Eisini her í Føroyum. Men samkynd eiga at fara eftir skrásettum parlagi ístaðin, tí hetta opnar møguleikan fyri somu teknisku rættindum sum hjúnabandið implisitt gevur. So hví kravið um “hjúnaðarliga javnstøðu”? Hví “kynsleyst hjúnalag”?
Og nú blívur tað ikki sørt áhugavert. Tí analyserar tú grundirnar hjá elitusamkyndum at giftast, tá er næstan altíð okkurt terapeutiskt í teimum. “At verði eg verandi ógift, blívi eg kedd; ikki at kunna siga “eg eri gift”, Agga, fær meg at føla meg sum hálvvánaligan borgara.” Viðkomandi er helst ikki hálvvánaligur borgari, men “følir” seg sum ein, so við at institutionalisera bøssakærleika, verða tey glað og fábulaktiga fullgjørd. Opinbart.
Men, seriøst, tað er ikki uppgáva landsins at agera terapeutur fyri sínum borgarum. Tað er upp til okkum og okkara nærfamilju og egnan lokalitet—ikki landið og vælbetaltar terapeutar—at klára okkum, at hava tað gott, finna lukku og meining og annað shit.
Fyri tað, at ein “kanning” onkursvegna prædikar eina undirtøku fyri stórfeita bøssabrúdleypinum, eini umdefinering av hjúnabandinum, merkir verri enn so altíð, at vit tí skulu handla eftir henni. Frá søguni vita vit, bæði her og har, at meirilutin ikki altíð hevur grein í sínum máli. Tað er ikki at siga, at múgvan er tollut, men bara, at hon ikki altíð hevur rætt.
Følsk javnstøða veitir ikki frælsi, men ger okkum alt meiri bundin at terapeutiska vælferðarstatinum, sum aftur ger tað so torført hjá sivilsamfelagnum sjálvt at varðveita nakran samleika. Og tá, vinurin, kann alt gera tað sama.