Menn duga betur at netverka

Fjórði hvør danski maður hevur fingið arbeiði gjøgnum kenningar, meðan tað sama bara er galdandi fyri fimtu hvørja kvinnu

Mannfólk duga betur enn kvinnurnar at gera sær dælt av vina- og kenningasambondum, tá teir søkja starv. Sambært danska blaðnum Inginiøren hevur fjórði hvør maður fingið arbeiði gjøgnum kenningar, meðan tað sama bara er galdandi fyri fimtu hvørja kvinnu. Í staðin velja kvinnurnar at svarar starvslýsingum.

Tveir av trimum monnum, sum hava fingið starv seinasta árið, hava antin fingið starvið gjøgnum kenningar, við at venda sær beinleiðis til arbeiðsplássið ella við at vera headhuntaðir. Hetta er bert galdandi fyri helvtina av nýsettu kvinnunum, vísa tøl frá Danmarks Statistik.

Triðja hvør kvinna og fjórði hvør maður fær starv umvegis starvslýsingar, og jútlendingar netverka sum heild meira enn sælendingar.