John Johannessen
Pressutalsmaðurin umborð á Ocean Warrior, tveir aðrir av manningini og ein hálendskur blaðmaður vórðu um ellivu tíðina í kvøld handtiknir, tá teir komu í land í Havn.
Menninir fóru um tíggju tíðina av Ocean Warrior í Nólsoyarfirði í tveir lítlar gummibátar, og bíðaðu eftir, at onkur kom teimum til hjálpar. Gummibátar teirra høvdu nevniliga ongan motor. Bert ein lítil ár var umborð á einum av bátunum.
Sjónvarpið, sum var á staðnum, boðaði løgregluni frá. Men av tí, at løgreglan ongan bát hevði, heitti hon á Sjónvarpið um at hjálpa monnunum til lands.
Ein tíma seinni, kom báturin, Sjónvarpið hevði leigað, inn í nýggja havnalagið í Havn við báðum gummibátunum upp á sleip.
Fyri monnunum stjóð væl mannað løgverjulið og hópur av tíðindafólki. Áðrenn løgreglan kom upp í leikin sluppu menninir frá Ocean Warrior at tosa við tíðindafólkini.
? Vit eru ikki komnir her fyri at provokera, men bert fyri at fáa at vita, hví tíðindafólkini umborð á Ocean Warrior ikki sleppa í land, segði Frank Trinkle, pressutalsmaður. Hann vísti á, at felagsskapurin, Sea Shepherd, í øll tey 23 árini, hann hevur virkað, aldri hevur skatt nakað menniskja. Tí heldur hann tað vera burturvið, tá løgreglan sigur tíðindafólkini umborð á Ocean Warrior vera vandamikil.
Løgreglan kravdi at síggja samleikaskjølini hjá monnunum, men tók kortini allar menninar við á løgregustøðina. Teir eru undir varðhaldi, sigur løgreglan.