Menn í politikki

Skjótt farna tíðindavikan hevur givið eina sera hugvekjandi og góða mynd av monnum í politikki

Vikan byrjaði við framløgu um alternativan flogvøll. Alt eftir um hann verður í Søltuvík ella á Glyvursnesi verður kostnaðurin fyri henda flogvøll mettur til ávikavist 960 milliónir ella 1,68 milliard. Í sama viðfangi verður nevnt, at nú er klárt at útbyggja Vága floghavn, alt gott um tað. Kostnaðurin fyri hesa neyðugu útbygging er umleið 440 milliónir. Annars lendi sjálvur Clinton, fyrrverandi forseti í USA á flogvøllinum í vikuni, so støðan við einum flogvølli er ikki verri enn so.

Seinni í somu viku kom næsta boðið, altjóða floghavn í Nólsoy – hetta krevur undirsjóartunnil til Nólsoyar – men tað er í lagi sigur borgmeistarin í Tórshavn. Kostnaðurin av hesum báðum íløgum er ikki kannaður enn.

Eisini hesa vikuna var Sandoyartunnilin á skrá. Ein tinglimur sigur, at hann vil slíta samgonguna verða ikki pengar settir av til henda tunnil, her og nú. Kostnaðurin fyri Sandoyar tunnilin liggur upp ímóti milliardini. Fyri ordans skyld skal nevnast at ein maður, Magni Laksafoss fíggjarmálaráðharri hevur sagt, at hann meinar henda íløga eigur at bíða.

Dagin eftir kemur triðja boðið, tunnil og flogvøll í Svínoy. Tunnilin kostar bara 250 milliónir so tað er upplagt at tvinna hendan saman við einum flogvølli. Hetta hugskoti kemur frá varaborgmeistaranum í Klaksvík.

Nú tíðindavikan er um at enda harmast borgarstjórin á Viðareiði, at tunlarnir norður um Fjall verða útsettir, tí peningur er bert settur av til framhaldandi prosjektering av tunlunum á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008. Ein og ein hálv millión krónur til framhaldandi prosjektering av tunlunum norður um Fjall.

Sum rosinan í pysluendanum er landsbankastjórin í tíðindunum og sigur nakað soleiðis.

"Tær umleið 1270 milliónir krónur, sum landskassin fekk við at selja tveir triðingar av Føroya Banka, standa í Landsbankanum og gera, at gjaldførið í landsbankanum nú komið líka uppum tvær milliardir. Tað eru góðar 500 milliónir krónur meira enn minsta-innlán, men pengarnir komu á eitt turt stað, tí áðrenn Føroya Banka søluna var gjaldførið langt niðan fyri minstainnlánið."

Kanska hoyrdi ongin hann?

Hesir menn, ið her eru nevndir eru ikki tiknir fram sum annað, enn eitt dømi um menn í politikki, í hvussu er hesa vikuna. Ongin er betri enn annar, uppskot um millióna og milliardaupphæddir til grót og betong kemur úr øllum flokkum. Eitt felagseyðkenni er, allir eru menn.

At enda, vil eg sitera ein viðmerkjara á Norðlýsinum, (kyn ikki upplýst), ið sigur:

"Hví ikki tað, ein í Svíni og ein í Nólsoy, ein í Søltuvík, ein á Glyvursnesi, ja og ein alternativan í Vágum, og kanska ein í Suðuroy, so kan mann kalla Føroyar (Aviation Island) Nei hugsa heldur um tey veiku gomlu, sjúku og so kanska børnini, har er nokk at brúka pengar til."

Álvaratos, nú má vend koma í!