Tað knípur framvegis hjá kvinnunum at fylgja við, har stóru pengarnir eru at tjena. Í hvussu er, um pengarnir skulu forvinnast sum vanlig lønarinntøka.
Útgreinað skattatøl frá Taks staðfesta, at tað framvegis er stórur munur á inntøkunum hjá kvinnum og monnum. Tølini eru fyri 2011, men tey eru tey nýggjastu, sum Taks hevur møguleika at útgreina á henda hátt.
Munurin millum kynini blívur eyðsýndur, longu tá inntøkan fer upp um 350.000 krónur um árið. Tilsamans 6424 menn tjena meira enn 350.000 krónur um árið, meðan bara 1872 kvinnur hava eina ársinntøku oman fyri 350.000 krónur. Tølini hjá Taks staðfesta, at tað eru væl fleiri menn enn kvinnur, sum yvirhøvur hava eina skattskylduga inntøku. Sambært tølunum hava 23.116 menn og 20.639 kvinnur eina skattskylduga inntøku. Men eisini tá vit taka hædd fyri hesum lutfalli, er myndin tann sama – menn tjena meira enn kvinnur.
Menn og milliónir
Í 2011 vóru tað 328 føroyingar, sum tjenaðu meira enn eina millión krónur. Av teimum vóru 314 menn og bara 14 kvinnur. 328 fólk svara til 0,75 prosent av teimum 43.755 borgarunum í samfelagnum, sum í 2011 høvdu eina skattskylduga inntøku.
Millum menninar vóru tað 1,36 prosent, ið tjenaðu meira enn milliónina. Hjá kvinnunum vóru tað bara 0,07 prosent. Ella sagt á annan hátt: Smá 96 prosent av millióna-lønunum fara til menn, meðan góð fýra prosent fara til kvinnur.
Sama myndin vísir seg væl niður eftir lønarstiganum. Tilsamans 2470 menn tjena meira enn eina hálva millión krónur. Til samanberingar eru tað bara 340 kvinnur, sum tjena hálva millión ella meira.
Í inntøkubólkinum úr hálvari millión niður í 350.000 krónur eru 3954 menn og 1532 kvinnur.
Men so byrjar myndin at broytast. Í inntøkubólkinum úr 350.000 krónur niður í 250.000 krónur eru 3548 menn og 2999 kvinnur. Og so taka kvinnurnar annars yvir. Tí í inntøkubólkinum úr 250.000 krónur niður í 150.000 krónur eru 3285 menn og heili 4986 kvinnur.
Samanumtikið ein mynd, ið vísir at menn tjena munandi fleiri pengar enn kvinnur.
Ríku økini
Taks hevur somuleiðis greinað skattainntøkurnar út á ymsu økini í landinum. Tey tølini vísa greitt, at hægstu miðalinntøkurnar í landinum eru í Fuglafirði og Eysturkommunu. Har tjena fólk, tað vil siga øll við einari skattskyldugari inntøku, í miðal 217.784 krónur um árið. Har finna vit eisini 36 fólk, ið tjena meira enn milliónina, øll 36 eru menn.
Næsthægsta miðalinntøkan er Suðurstreymi, har fólk í miðal tjena 215.319 krónur. Her finna vit eisini 139 inntøkur omanfyri milliónina, 128 menn og 11 kvinnur.
Lægstu miðalinntøkurnar eru í Suðuroynni og Sandoynni, ávíkavist 186.972 krónur og 181.214 krónur. Í Suðri eru 22 inntøkur omanfyri milliónina, harav menn eiga tær 21. Leggjast kann afturat, at greinaðu tølini hjá Taks eru fyri 2011, tvs. áðrenn uppsjóvarvirkið á Tvøroyri lat upp. Í Sandoynni eru seks inntøkur omanfyri milliónina, allar fara tær til menn. Sambært greiningini hjá Taks er tað bara ein kvinna í Sandoynni, ið tjenar millum 600.000 og 800.000 krónur. Tilsamans 551 kvinnur í Sandoynni høvdu eina inntøku í 2011. Hjá nógvum teimum flestu, heili 499 av 551, var inntøkan minni enn 300.000.