Menn uttan útbúgving ongan kjans

Er tú maður og uttan útbúgving, eru tínar vánir á arbeiðsmarknaðinum einki serliga bjartar. Hesin aldursbólkur er harðast raktur av arbeiðsloysi. Tað vísa tøl frá Arbeiðsloysiskipanini.

78 prosent av monnunum og 76 prosent av kvinnunum, sum vóru móttakarar av vanligum arbeiðsloysisstuðul í apríl mánaði, hava onga útbúgving.

Og tá eru miðnámsútbúgvingar tiknar við undir útbúgvingar.

Av teimum 888 monnunum sum vóru arbeiðsleysir í apríl mánaði, høvdu 689 onga útbúgving, meðan talið av teimum við útbúgving afturímóti var 199.

Hjá kvinnunum er myndin tann sama. Av teimum 654 arbeiðsleysu kvinnunum í apríl 2010 høvdu 500 onga útbúgving, meðan tær við útbúgving úr miðnámsskúla ella hægri vóru 154 í tali.

Meginparturin av teimum arbeiðsleysu eru eisini mannfólk. Býtið millum kynini er, at av teimum 1542, sum vóru móttakarar av vanligum arbeiðsloysisstuðuli í apríl mánaði, vóru 58 prosent menn og 42 prosent kvinnur.