Menna ferðasambandið landanna millum

Íslendski samferðsluráðharrin og føroyski starvsbróður hansara hava á fundi avgjørt at heita á flogfeløgini bæði, um at bera so í bandi, at túratalið millum londini verður økt. ? Hetta er neyðugt, um samstarvið landanna millum skal útbyggjast

Í seinastu viku var íslendski samferðsluráðharrin, Halldór Bløndall á óalmennari vitjan í Føroyum.

Við sær í ferðalagnum hevði hann formannin í íslendska ferðavinnuráðnum, Birgir Torgilsson og býarstjóran á Akureyri.

Sum verða man, tá eitt slíkt fylgi kemur til lands, um tað so er alment ella óalment, so verður ferðast nógv.

Fylgið var ymsastaðni í landinum, og hóast veðrið og krím legði forðingar fyri pørtum av skránni, so sá íslendska ferðalagið ein stóran part av Føroyum.

Millum annað var ferðalagið í Klaksvík og heilsaði upp á Jógvan við Keldu. Haðani var ætlanin at fara til Skúvoyar við tyrlu, men av tí at veðrið var so vánaligt, varð hesin túrur avlýstur.

Hóast talan var um eina óalmenna vitjan, so hitti íslendski samferðsluráðharrin føroyska starvsbróðurin á ferðini, og teir tosaðu um í hvønn mun teir kundu fremja samstarvi landanna millum.

Á tíðindafundinum, sum var aftaná, søgdu ráðharrarnir báðir, at teir høvdu tosað um at gera eina felags marknaðarføring av báðum londunum.

? Ísland hevur eitt vælútbygt net av »destinatiónum«. Teir flúgva til 16 støð í Europa og 5 í USA, og gera nógv fyri at marknaðarføra sína ferðavinnu. Tí hevði tað verið skilagott fyri føroyingar, at tikið upp samstarv við íslendingar um marknaðarføring av okkara landið.

Halldór Bløndall legði afturat, at íslendingar hava lagt stóran dent á at marknaðarføra Ísland, sum eitt ferðamannaland, og tað verður framhaldandi gjørt eitt stórt arbeiði við marknaðarføring.

Hann nevndi eisini, at tað árliga eru um 400 túsund ferðandi í Íslandi, og at hetta talið er vaksandi ár um ár.

Finnbogi Arge vísti í hesum sambandi á møguleikan fyri samstarvi eitt nú við felags marknaðarføring av báðum londunum.

? Vit hava eitt samstarv, Fitur eitur tað, sum av fíggjarlógini í báðum londunum fær pening, sum er oyramerktur til at fíggja eina felags marknaðarføring, tí tað gevur betri avkast, enn um vit fara út hvør í sínum lagi fara út at marknaðarføra okkara lond, sigur Finnbogi Arge.

? Ein møguleiki er, at vit gera pakkatúrar, har eitt nú evropeisk ferðafólk keypa ein túr til Íslands, og so er ein túrur til Føroyar roknaður við í prísin. Hetta gevur okkum ferðafólk, sum kanska ikki høvdu komið annars, men tað gevur ferðavinnuni eitt nógv breiðari úrval at bjóða ferðafólkum, leggur hann afturat.


Ynski um

øktan títtleika

Fyri at kunna gera eina felags marknaðarføring er neyðugt við einum øktum samstarvi landanna millum.

Tað vóru íslendingar sum byrjaðu at flúgva til Føroya, men síðani tá er flúgvingin vestur eftir dottin púra niður ímillum.

? Vit hava í dag 30 túrar til Danmarkar um vikuna, meðan vit bara hava tríggjar túrar um vikuna til Íslands og tí er tað av stórum týdningi, at vit heita á flogfeløgini bæði um at økja títtleikan til kanska fimm ferðir um vikuna.

? Vit føroyingar hava fingið til vana, at fara til fremmand lond um Danmark, men við at brúka Ísland eisini fáa vit nógv betri møguleikar í summum førum.Til dømis er New York bara sjey tímar úr Føroyum, um vit ferðast um Ísland.

Ráðharrarnir báðir eru samdir um, at tað fer at økja um áhugan at koma til Føroya um Ísland, um títtleikin verður øktur.

Magni Arge, stjóri í Atlantsflog skoytti í hesum sambandi uppí, at teir í løtuni kanna møguleikan fyri øktum títtleika, og hann segði tað stuttsiktaða málið verða fimm ferðir um vikuna, og uppá longri sikt dagliga flúgving.

? Men hetta seinna liggur nokk longri úti í framtíðini, segði Magni Arge.


Vinnuligt samstarv

Afturat samferðsluni hevur Finnbogi Arge eisini vinnumál, og hann staðfesti, at tað longu í dag er eitt gott samstarv millum føroyskar og íslendskar fyritøkur. Hann vísti á samstarvi millum Marel í Íslandi og Petersen & Guttesen og Nomatek í Føroyum.

? Men skulu vit gera meira við hetta samstarvið, so er neyðugt við betri ferðamøguleikum við Ísland.