Undirvísingin inniheldur framløgur og bólkaarbeiði.
Skeiðið er serliga ætlað til tey, ið eru virkin í ferðavinnuni, tey, sum eru nýggj, og tey, sum hava eitt gott hugskot innan ferðavinnu, ið tey ynskja at gera til veruleika.
Millum annað verður í skeiðnum komið inn á, hvussu ein mennir sítt ferðavinnuhugskot, og hvussu ein setir prísin, fortelur søguna og marknaðarførir vøruna.
Oda Wilhelmsdóttir Andreasen fer at hava frálæru í ferðavinnu og greiða frá, hvussu ein kemur frá hugskoti til veruleika. Hon hevur arbeiðsroyndir og útbúgving innan ferðavinnu og marknaðarføring.
Skeiðið verður leygardagin 7. mars á Seglloftinum á Tvøroyri