Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið løgd fram í dag

Á tingfundinum í dag fer Sirið Stenberg, landsstýriskvnna í heilsu- og innlendismáluum at leggja fram menningarætlan fyri sjúkrahúsvrekið.

 

Sjúkrahúsverkið er altíð gott grundarlag fyri kjaki millum politikarar, og týsmorgunin klokkan 10 verður so aðalorðaskifti í Løgtinginumum menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið.

 

Á tingfundinum í dag fer løgtingið eisini at viðgera uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri. Málið verður beint í Rættarnevndina

 

Skráin fyri tingfundin í dag kl 13:30 sær soleiðis út:

 

1.    Sirið Stenberg, landsstýrismaður í heilsu- og innlendismálum leggur fram tingmál nr. F-3/2016 smb. § 51, stk. 4 í Tingskipanini um menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið

 

2.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 57/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislógin)

Málið verður beint í Rættarnevndina

 

3.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 64/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (botnfrádráttur í kommunuskattinum)

Málið verður beint í Fíggjarnevndina

 

4.    Svar nr. 19/2016:            Stuðul til vinnukavarar í víðari útbúgving

 

5.    Framløga