66 milliónir krónur er samlaða virðið á teimum menningarkvotunum, ið Fiskimálaráðið er um reppi at býta út til umsøkjarar. Tað vísir ein útrokning, sum Jóannes Jacobsen, adjunktur í búskaparfrøði, legði fram í Dag&Viku í kvøld.
Útrokningarnar byggja á keypsprísirnar frá seinastu uppboðssølunum og fæst harfrá virðið á einum kilo av kvotu av makreli, sild ella svartkjafti.
Sambært útrokningini er virðið á einum kilo av kvotu av makreli 3,25 krónur, av sild 1,96 krónur og av svartkjafti 0,55 krónur.
Tá 8.750 tons verða útlutað av makreli gevur tað eitt samlað virði á umleið 28 milliónir krónur, tey 7.500 tonsini av sild hava eitt virði á umleið 15 milliónir krónur og 42.000 tons av svartkjafti hava eitt virði á umleið 23 milliónir krónur. Alt tilsamans gevur tað endaliga úrslitið á umleið 66 milliónir krónur.
Í síðstu viku upplýsti Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at ætlanin var at kunngerða hvør fekk menningarkvoturnar í dag, men í skrivandi løtu er enn eingin fráboðan komin.