Menniskja ella handilsvøra

Skal eitt gitið, niðurfryst egg hava pass ella tollpappír? Formaðurin í danska Etiska Ráðnum legði út vit djúpum spurningum, sum ivaleyst fara at volda mongum manni høvuðbrýggj, nú arvagranskingin er komin fyri at vera

Edvard Joensen


Spurningurin er, um eitt gitið egg er ein handilsvøra ella eitt barn.

Stórur spurningur, sum ivaleyst fer at volda mongum manni høvuðbrýggj.

Men hetta var støðið, lagt varð í fyrsta fyrilestrinum á arvagranskingarstevnuni í Norðurlandahúsinum í gjár.

Formaðurin í Etisk Råd í Danmark, Linda Nielsen, legði hart út.

Í fyrsta fyrilestri sínum tosaði hon um etisku avbjóðingarnar innan bioteknologi. Og tað er ikki bara sum at siga tað at fara undir slíka gransking sum hesa, umrødd varð í Norðurlandahúsinum.

Tað eru nógvir spurningar, sum stinga seg upp, tá farast skal inn í tað innasta hjá menniskjanum.

Hvat kunnu vit brúka slíka gransking til? Skulu vit bara lata hvønn sum helst sleppa fram at teimum upplýsingum, vit fáa? Hvør skal ráða yvir tí, sum kemur fram í slíkum kanningum? O.s.fr., o.s.fr.

Eitt øgiliga stórt og viðhvamt evni, sum tað skal meira enn ein eindagsráðstevna í Norðurlandahúsinum til at avgreiða.

Linda Nielsen nam við ymsar møguleikar, sum longu nú eru til staðar. Eitt nú at seta gitin egg inn aftur í kvinnuna.

Hesi egg, sum verða tikin út og fryst til seinni nýtslu. Hvussu skulu vit viðgera tey?

Hvussu skal kvinnan bera seg at, um hon til dømis ætlar sær til Týsklands at fáa viðgerðina framda? Skal hon so biða um pass til eggið, tí tað er eitt komandi barn? Ella skal hon biða tollvaldið um neyðugu tollskjølini, tí talan er um eina vanliga vøru, sum flutt verður millum londini?

Stórir spurningar, sum ivaleyst geva fleiri nógv at hugsa um.

Annars fegnaðist Linda Nielsen um, at so nógv ungfólk vóru at síggja millum áhoyrararnar.

»Tað er hugaligt, tí genteknologi hoyrir komandi ættaliði til«, sum hon tók til.


Við opnum eygum

Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í Almanna- og heilsumálum, setti stevnuna. Hon beyð teimum ymsu fyrilestrahaldarunum vælkomnum, og segði samstundis eitt sindur um gongdina í málinum higartil.

Helena Dam á Neystabø segði, at tað er neyðugt at møta teirri avbjóðing, arvagransking er, við opnum eygum.

»Tað er neyðugt, at vit vita, hvat vit gera. Og at tað, vit gera, kemur føroyingum til góðar.«


Orðaskifti neyðugt

Helena Dam á Neystabø segði, at tað var um ársskiftið, at málið um arvagransking tók seg upp. Landsstýrið heitti tá á Løgtingið um at játta pening til eina verkætlan, sum skuldi fremjast í samstarvi við íslendingar. Men Løgtingið metti ikki, at tíðin var búgvin til ítøkiliga verkætlan longu tá.

Mett varð, at fyrst átti málið at verða viðgjørt við einum orðaskifti, har fleiri meiningar sluppu framat.

Og tað var hetta orðaskifti, sum var á almennu ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í gjár.

Fyrilestrarnir verða lagdir út á Internetið og kunnu lesast á heimasíðuni hjá Almanna og Heilsumálastýrinum:

www.ahs.fo