Leygardagin fingu tónleikarar í Tórshavn loksins nýtt áhugafelag, sum fer at arbeiða fyri betri tónleikaumstøðum fyrst og fremst í høvuðsstaðnum. Aðalendamálið er at menna tónlistarliga umhvørvið, meðan ítøkiligu ætlanirnar eru at fáa nýtt konserthús, betri venjingarumstøður og ein kunningardepil, sum skal vera ein hjálpandi hond hjá tónleikarum viðvíkjandi útgávum, nýggjum ætlanum og øðrum.
Hjálp frá Grót
Nýggja áhugafelagið Mentón fer mikudagin at velja formann, meðan ein fyribils nevnd varð sett leygardagin. Í nevndini eru Heðin Ziska Davidsen, Birita Nolsøe, Róland Dam, Thora Augustinussen og Kristian í Vági. og Heðin Ziska Davidsen og Rógvi á Rógvu eru stigtakarar til nýggja felagið.
- Viðvíkjandi viðtøkum og reglugerðum hava vit fingið hjálp frá áhugafelagnum Grót úr Eysturoynni, og vit hava á henda hátt nýtt teirra yvirskipaða bygning og endamál í okkara felagi eisini, sigur Heðin Ziska Davidsen. Mentón kann sambært Heðin samanberast við júst Grót, sum eisini hevur til endamáls at betra um tónlistarligu umstøðurnar, og hava teir veruliga sett síni spor við t.d. stóra G-Festivalinum.
Heðin Mortensen lovaði 30%
Sum sagt vóru millum 50 og 100 fólk á fundi leygardagin, og fyrireikararnir halda tað vera áhugavert, at áhugi eisini var millum politisk umboð úr bæði býráði og løgtingi. Býráðslimurin Heðin Mortensen tók orðið á fundinum, og sambært Heðin Ziska Davidsen vórðu framtíðarútlitini við eitt betri og meiri spennandi.
- Heðin Mortensen segði, at teir í Tórshavnar Býráði vildu stuðla við 30%, meðan hann metti tað vera hóskandi, at landið stuðlaði við øðrum 30%, og tað kom eitt sindur dátt við hjá okkum, at so nógvur stuðul knappliga varð lovaður, heldur Heðin Ziska Davidsen. So verður spennandi at vita, hvat verður av gyltu lyftunum á fundinum leygardagin. Heðin Ziska Davidsen vísir á, at teir fyrr hava verið í sambandi við politisku myndugleikarnar, men at hetta tó hevur verið uttan úrslit.
- Rógvi á Rógvu handaði nakað síðani Jan Christiansen borgarstjóra skrivliga áheitan at menna umhvørvið hjá tónleikarum í Havn, og vórðu undirskriftir savnaðar frá øllum tónleikaáhugafeløgum, greiðir Heðin frá. Hann sigur tað tískil vera skeivt, tá Jan Christiansen seinni nevndi sama skrivið at vera frá einstaklingum.
Einki nýtt Mentanarhús
Spurdur, hvørjar ítøkiligar ætlanir stigtakararnir í Mentón hava viðvíkjandi betri tónleikaumhvørvi, hevur Heðin Ziska Davidsen bæði beinini á jørðini.
- Eitt konserthús er átroðkandi í høvuðsstaðnum, men hetta nýtist als ikki at vera nakað so fínt sum Mentanarhúsið í Fuglafirði. 50-100 áhoyrarar er fínasla slag, sigur Heðin Ziska Davidsen. Viðvíkjandi venjingarhølum er Margarinfabrikkin í løtuni einastu tøku hølini, har sjey bólkar halda til, men tørvurin er nógv størri.
- Nógvir bólkar hava einfalt eingi venjingarhøli, tí teir ikki sleppa inn í Margarinfabrikkina, og tískil er neyðugt við betri umstøðum, sigur Heðin. Hann nevnir, at Býráðið t.d. kundi eftirlýst høli, um teir ynskja at stuðla menningini í føroyskum tónleiki við fleiri venjingarhølum.
Sambært viðtøkunum í Mentón stendur umframt konserthús, venjingarhølir og kunningardepil at skeiðvirksemi og betri lønir í tónleikaumhvørvinum eisini eru millum endamál áhugafelagsins.
Eisini fyri áhoyrarar
Heðin Ziska Davidsen vísir á, at Mentón higartil hevur umleið 30 limir, og at øll, sum taka undir við aðalendamáli felagsins, kunnu gerast limir.
- Tað er týdningarmikið at undirstrika, at felagið eins nógv er fyri áhoyrarar, og tískil nýtist ein als ikki at vera tónleikari fyri at gerast limur. Hóast Mentón fyrst og fremst er til frama fyri tónleikarar og áhoyrarar úr høvuðsstaðnum, er tað somuleiðis eisini eitt ynski at vera til hjálp og menning kring alt landið, sigur Heðin Ziska Davidsen, sum saman við Rógva á Rógvu hevur skrivað søgu við stovnan av nýggja áhugafelagnum Mentón. So er spennandi at vita, hvussu politiski viljin og undirtøkan verður fyri ynskjum felagsins?