Barnagarðar
? Hetta málið luktar illa. Tað tykist sum um samgongan vil geva einum av sínum egnu eitt arbeiði, hóast metingarbólkurin greitt hevur sagt, at dygdin á barnagørðunum hjá Búsetri er nógv betri, sigur Jógvan Arge, ið situr í minniluta í Mentamálanevndini.
Hann sigur á heimasíðu sínari, at hann er skelkaður av støðuni hjá meirilutanum, og at nevndin hevur tikið atlit, ið ikki seta brúkaran í fremstu røð.
Hann sigur við øðrum orðum, at samgongan nørir at sínum egnu við at lata Høgna Mikkelsen arbeiðið, hóast mælt verður til at taka at tilboðunum frá Búsetri.
Býráðið bað um tilboð um bygging av tveimum barnagørðum í Havn. Ein skal byggjast á Hamrinum á Argjum og hin skal vera á Løgmannabreyt í Hoyvík. Pláss skal vera fyri 36 barnagarðsbørnum og 24 vøggustovubørnum, so tilsamans er talan um 120 ansingarpláss.
Trý tilboð komu inn, og Høgni Mikkelsen var bíligast í báðum førum. Hansara tilboð eru á góðar 7 milliónir fyri hvønn barnagarðin uttan MVG. Tilboðini hjá Búsetri eru á umleið 8,4 milliónir fyri hvønn uttan MVG.
Tó metti metingarbólkurin, sum var mannaður við arkitekti og fólki úr umsitingini, at Mentamálanevndin skuldi taka av tilboðunum frá Búsetri. Bólkurin gjørdi eina heildarmeting, har mett varð um kostnað, tilfar, innrætting arkitektur og annað.
Bólkurin gav barnagørðunum karakter á einum stiga frá 1 til 10. Barnagarðurin hjá Búsetri í Hoyvík fekk 8,8 frá bólkinum, og Høgni Mikkelsen fekk 8,2. Á Hamrinum fekk Búsetur 9 og Høgni Mikkelsen fekk 8,2.
Metingarbólkurin metti sum heild, at býráðið fekk meira burturúr við at taka av tilboðunum frá Búsetri.
Tó gekk meirilutin, sum er Heðin Mortensen, Beate L. Samuelsen og Bjarti Mohr, ímóti tilmælinum frá bólkinum. Nevndin mælir býráðnum til, at Búsetur byggir barnagarðin við Løgmannabreyt fyri 8,34 milliónir krónur, meðan Høgni Mikkelsen byggir barnagarðin á Hamrinum fyri góðar 7 milliónir.
Hugsa um peningin
Heðin Mortensen er formaður í Mentamálanev ndini, og hann leggur dent á, at peningurin hjá skattgjaldaranum skal nýtast á skilabestan hátt. Hann sigur, at um hugt verður eftir kostnaðinum, skuldi Høgni Mikkelsen fingið bæði arbeiðini.
? Tað er ógvuliga torført hjá okkum yvirfyri borgaranum at taka av dýrastu loysnini, bara tí at barnagarðarnir skulu vera júst soleiðis, sum vit ynskja tað, men tað kostar góðar tríggjar milliónir meira fyri skattaborgaran, sigur Heðin Mortensen.
Heðin sigur, at henda samgongan als ikki hevur í huga, at tað er ein samgongufelagi, ið bjóðar uppá byggingina, og tað ikki hevur ávirkan á teirra støðutakan.
Formaðurin leggur afturat, at býráðið vil hava barnagarðarnar lidnar skjótast gjørligt. Tí er tað ein fyrimunur, at sami arbeiðsgevari ikki hevur báðar barnagarðarnar um hendi. Tá er størri trygd fyri, at barnagarðarnir verða lidnir til tíðina, heldur hann.
Heðin Mortensen avdúkar samsundis, at býráðið arbeiðir við at keypa eini hús í Kaldbak, ið skal hýsa eini 25 børnum. Við at taka av tí eina tilboðnum frá Høgna Mikkelsen sparir býráðið pening, ið verður nýttur til henda ansingarstovnin í staðin.
Fíggjarnevndin hevði fund um málið hósdagin seinnapart, og býráðið viðgjørdi málið á fundi seinni um kvøldið. Meira verður at frætta um hesar fundirnar í komandi blaði.
347 á bíðilista
Samlaða játtanin fyri hesar báðar barnagarðarnar er 19,2 milliónir, og tá er innbúgv roknað upp í. Hetta verður tikið av íløgukarminum, ið fyri Tórshavnar kommunu er 64 milliónir.
Arbeiðið uppá báðar barnagarðarnar byrjar 1. februar. Byggingin skal vera liðug 1. november, men býráðið fer at taka upp samráðingar viðBúsetur og Høgna Mikkelsen um at fáa barnagarðarnar lidnar tann 1. september, t.v.s. tveir mánaðir fyri tíðarætlanina.
Býráðið fer at bjóða út arbeiði at byggja tveir barnagarðar afturat, og hesi skulu vera lidnir um eitt gott ár.
Í dag standa 347 børn, ið eru eldri enn hálvt ár, á bíðilista til ansingarpláss í Tórshavnar kommunu. Tey flestu av hesum eru tilflytarar, sum ikki eru fødd í Havn, men ið eru flutt til høvuðsstaðin.