Mentamálaráðharrin aftur á goragangi

Góði Torbjørn, skyldmaðurin

Nú mást tú taka teg saman. Tað ber ikki til í allari framtíð at siga: Torbjørn er so nýggjur í politikki, og hann kemur uttan av víða havinum og kann sostatt ikki beinanvegin duga at brúka eina framferð, sum hóskar einum statsmanni.

Tað ber ikki til í tínum starvi at bera teg at, sum tú gjørdi m.a. í hasi greinini um formann Javnaðarfloksins eftir Dag og viku sendingina 29. september.

Nýkomin úr Smyrli svaraði Jóannes fjølmiðlagentu hjá SvF bæði væl, sakliga og púra uttan at senda nakað signal um skaðafrøi, nú óeydnismálið hjá tær sum skipara, varð sent politivaldinum.

Tíverri hendi tað enn einaferð, at onnur viðurskifti vórðu løgd í tað sagda orðið, enn tað, sum veruliga varð sagt. Hetta er tíverri eisini galdandi fjølmiðlafólkið á SvF, Katrin Petersen, sum frammanundan dró fullkomiliga skeiva niðurstøðu, sum hon so festi í samrøðuna.

Eg loyvi mær tí at endurgeva alt hetta innslagið. So kanst tú og ein og hvør annar lesa, hvat sagt varð og av hvørjum. Tað, sum Jóannes Eidesgaard segði, er skrivað við feitum:

? ? ?

Yvirskrift tá ?Dagur og vika? byrjar:

?Moralurin hjá Tórbjørn Jacobsen er avgerandi fyri, um hann skal leggja frá sær?, tað heldur Anfinn V. Hansen, advokatur.


Innleiðing:

?Tað er einans ein moralskur spurningur, um Tórbjørn Jacobsen eigur at fara frá?, sigur Anfinn V. Hansen, løgfrøðingur.

Jóannes Eidesgaard heldur, at løgmaður einsamallur eigur at taka støðu til hetta málið, men hann væntar ikki, at løgmaður fer at taka støðu.


Innslag:

?Er tað ómoralskt at lata ein mann stýra landinum, tá ákæruvaldið ikki heldur hann klára at stýra einum skipi??

?Tann spurningin mugu Tjóðveldisflokkurin og løgmaður taka støðu til. Ongar reglur eru at halda seg til, og tað er við vilja?, sigur ein løgfrøðingur, sum var við til at gera stýrisskipanarlógina.


Katrin Petersen (KP) fjølmiðlafólk: ?Hví eru ongir reglar á hesum her økinum??


Anfinn V. Hansen (AH): ?Tað eru reglar á økinum fyri løgtingsmenn. Fyri landsstýrismenn er ikki neyðugt at hava reglar, tí spurningurin er, hvør skal avgera, hvat skal standa í reglunum. Vil mann ikki hava ein landsstýrismann at sita meir, jamen, so er so øgiliga lætt at fáa hann frá.?


KP: ?Hetta er ein spurningur um moral og ikki um reglur, her mugu altso politikkarar royna at finna útav, hvat fólk flest halda er for galið, og hvat er fyrigeviligt??


KP: ?Hetta er simpulten ein spurningur um at hava føling við moralinum í fólkinum??


AH: ?Ja, tað er spurningurin um at gera tað, sum fólk føla er rætt. Tað kann jú skifta frá samfelag til samfelag, frá tíð til tíð.?


KP: ?Og tí heldur hesin løgfrøðingurin ikki, at tað ber til at samanbera hetta málið við eitt nú John Petersen ? málið, tí tað var jú eitt rættiliga nógv øðrvísi lógarbrot. Men leiðarin í Javnaðarflokkinum vísur til júst hetta málið, tá hann skal siga sína hugsan.?


Jóannes Eidesgaard (JE): ?Je haldi, at Anfinn Kallsberg sum løgmaður eigur at taka støðu til, um hann heldur, hetta skal fáa avleiðingar ella ikki. Hinvegin aftur so vita okur tað, at okur hava havt eitt fordømi um tað sama - at ein landsstýrismaður hevur verið ákærdur uttan at verða rikin úr starvi, so at mann kann siga, at Anfinn Kallsberg hevur lagt eina linju, og tað er so hansara val.?


KP: ?Hvørki løgfrøðingurin ella anstøðuleiðarin vilja siga, hvat teir høvdu gjørt, um trupulleikin hjá Tórbjørn Jacobsen var teirra trupulleiki. Men meðan løgfrøðingurin heldur, at fleiri instansir eiga at royna at finna moralsku balansuna, peikar Eidesgaard á ein persón.?


KP: ?Tú vil ikki taka eina støðu um, hvat Tórbjørn Jacobsen átti at gjørt??


JE: ?Nei, je haldi, at tað hevði verið skeivt av mær at sagt, hvat je hevði gjørt, um je var Anfinn Kallsberg. Je haldi, at Anfinn Kallsberg skal hava fullan og frían rætt til at taka ta avgerðina.?


KP: ?Tú væntar altso ikki, at hann fer at gera nakað, eftirsum at hann ikki gjørdi nakað, tá John Petersen ? málið var fyri??


JE: ?Nei tað vildi verið løgið av Anfinn Kallsberg nú at víst konsekventheit, tí hann hevur ikki víst tað áðrenn.?

? ? ? 


Ein og hvør sær, at tað, sum Jóannes ger vart við, eru tvey viðurskifti.

? Annað er, at tað er løgmaður, sum einsamallur avger slík mál,

? og hitt er, at lítið talar fyri, at løgmaður fer at gera nakað sum helst, tí hann hevur longu lagt eina linju.


Út frá hesum kann hvørt mansbarn og fyrst av øllum mentamálaráðharrin lesa, at ákærurnar móti Jóannesi Eidesgaard hasari samrøðuni viðvíkjandi, eru púrasta burturvið.

Tað er týðuligt, at úttalilsini hjá Jóannesi hava minni áhuga, enn hungurin eftir at sleppa at spræna gor og gall á Javnaðarflokkin.

Tað kann gott vera, at tað í hesum sambandi hevur týdning fyri eina møguliga avgerð hjá løgmanni, at lønirnar hjá løgtingsmonnum og fólkatingsmonnum verða kunngjørdar. Lønirnar eru ásettar við lóg og atkomuligar hjá einum og hvørjum. Tað hevði tí óivað verið betri fyri trúvirðið hjá mentamálaráðharranum, at tú las lógirnar rætt og kunngjørdi tey røttu tølini, tá tú helt tað hava týdning í sambandi við omanfyri endurgivnu samrøðuna í Degi og Viku.

Hvat sáttmálanum um føroyska málið viðvíkur, so kann eg bert vísa til tað, eg áður havi skrivað um hetta evnið. Tað hevði eisini tænt okkara mentamálaráðharra at sett seg inn í málsgongdina í hasum málinum.

Eisini sigur tú, Torbjørn Jacobsen, mentamálaráðharri føroyinga, at tað er ein rár hending at síggja javnaðarmann, sum hevur hildið á trolnál, spaka ella hamara. Álvaratos, hetta er ikki tala, sum er sømilig fyri ein mann, sum hevur átikið sær uppgávuna at hava ábyrgd fyri føroyskari mentan. Við seinasta val vóru 6062 javnaðarfólk á vali, og man ikki harímillum onkur hava havt trolnál, spaka ella hamara í hond?

Nei, skyldmaðurin, nú mást tú taka teg saman og føra teg fram sum ein mentaðan mann. Tað ber ikki til at fuska við arbeiðnum í so týdningarmiklum starvi, sum Føroya løgmaður og Tjóðveldisflokkurin litu tær til.


Hans Jørgensen