Mentamálaráðharrin heiðrar Jón Hilmar Magnusson

Í dag fekk Jón Hilmar Magnusson handað heiðursbræv og 65.000 krónur fyri sína íslendsk-føroysku orðabók. Í tíðindaskrivi kallar Jógvan á Lakjuni eitt valaverk, men hann vil kortini ikki taka dagar ímillum, um hendan er betri enn aðrar orðabøkur, sum eru komnar út seinastu árini

MENTAN

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, hevur gjørt av at lata íslendska rithøvundanum Jón Hilmari Magnussyni eina serstaka virðisløn fyri hansara íslendsk-føroysku orðabók.
Í grundgevingini verður m.a. sagt, at "Íslendsk-føroyska orðabókin er eitt valaverk og ein varði í viðurskiftunum millum Ísland og Føroyar. Tað hevur leingi verið tørvur á slíkari orðabók, og orðabókin hjá Jón Hilmari er eitt leingi saknað íkast til tess at styrkja mentanarligu bondini millum íslendsku og føroysku tjóðirnar.
Landsstýrismaðurin í mentamálum heldur, at vit føroyingar eiga at virðismeta verkið hjá Jón Hilmari, og hevur tí gjørt av at heiðra hann við eini serstakari virðisløn".

Gott fyri samstarvið
Í samrøðu við Sosialin sigur Jógvan á Lakjuni, at hann metir hesa orðabókina vera eitt stórt verk, og eisini heldur hann tað vera fantastiska flott, sum hann tekur til, at ein privatmaður hevur tikið stig til hetta.
- Eg helt, at Føroyar og Mentamálaráðið áttu at markera hetta, sigur Jógvan á Lakjuni.
Umframt at fáa eitt heiðursbræv frá Mentamálaráðnum, fylgja 65.000 krónur við virðislønini. Mentamálaráðharrin sigur, at Jón Hilmar Magnusson hevur lagt nógva orku og pening í verkætlanina, og at hetta eisini er gott fyri samstarvið millum Ísland og Føroyar. Ikki minst nú nýggjur sáttmáli um frían marknað er undirskrivaður. Harafturat avdúkar orðabókahøvundurin í innganginum til orðabókina, at hann eisini ætlar at gera eina føroysk-íslendska orðabók seinni.
Spurdur, um landsstýrismaðurin av sínum eintingum hevur gjørt av at heiðra Jón Hilmar Magnusson, svarar Jógvan á Lakjuni játtandi. Hann ráðførdi seg tó við umsitingina í Mentamálaráðnum, og tey vóru øll samd við honum í, at hendan orðabókin hevði uppiborið at fáa eitt herðaklapp. Talan er sostatt ikki um, at ein nevnd hevur tikið støðu til, at Jón Hilmar Magnusson skal heiðrast, eins og mannagongdin vanliga er, tá t.d. Mentanarheiðursløn Landsins verður givin.

Fyrsti útlendingur
Tað er tó komið fyri áður, at serstakar heiðurslønir sum henda eru givnar, men hetta er fyrstu ferð, at ein útlendingur fær slíka viðurkenning.
Seinastu árini eru fleiri orðabøkur lagdar afturat tí annars heldur lítlu rúgvu, sum føroyskar orðabøkur myndaðu fyri bert fáum árum síðani. Spurdur, um hetta er ein máti at taka hesa fram um aðrar, serliga tá hugsað verður um, at Gianfranco Contri, ið ritstjórnaði tí føroysku-italsku orðabókini, misti uppihaldsloyvið, tá hann var liðugur við sítt verk, sigur Jógvan á Lakjuni, at tað als ikki er ætlanin at samanbera hesar orðabøkur.
- Vit kundu saktans eisini heiðrað hann, sigur Jógvan á Lakjuni, um Gianfranco Contri, sum arbeiddi í Føroyum og fekk Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 2004.
Íslendska-føroyska orðabókin hjá Jón Hilmari Magnussyni er stuðlað av Altinginum og givin út av Íslendska bókmentafelagnum, og tí metir Jógvan á Lakjuni, at tað er rætt at vísa íslendingum, at føroyingar virðismeta, at hetta stigið er tikið.