Mentamaður fylti sjeyti fimm

Seinasta sunnudag fylti ein væl kendur Sandavágsmaður, Heini Frits Petersen, fyrrverandi lærari, 75 ár. Føðingardagin helt hann í SÍF-húsunum í flaggskrýddu heimbygdini, har stívliga 200 gestir vóru komnir saman at fagna føðingardagsbarninum.

Tað mundi helst vera í einum fimleikatíma á læraraskúlanum í august mánaði 1954, at eg á fyrsta sinni bar eygað við hendi fríða og fima unglinga, ið har royndi sínar liðir og limir.
Seinni sá eg hann stundum í KFUM og aðrastaðni í býnum, har hann gekk so spelkin og spákaði eftir Áarvegnum saman við øðrum ungdómum.
Tá var Havnin lítið meir enn ein fjórðing av tí, hon er nú, so ungdómurin kom skjótt at kenna hvør annan. Eg fekk tí eisini skjótt uppspurt, at hesin læraraskúlanæmingurin æt Heini, og at hann var ættaður úr Sandavági. Hjá mær var læraraútbúgvingin tá hálvliðug, so vit møttust mest í fimleikatímunum, ið tá vóru felagstímar.
Eg haldi, tað eisini mundi renna saman millum Heina og Marnu í Havn, har hon tá starvaðist á telefonstøðini. Marna er ættað av Høgabóli í Saltangará.
Á sumri 1958 kom Heini úr Føroya Læraraskúla við sera góðum úrslitum, og varð hann longu tað heystið læntur lærari í Millum- og Realskúlanum í Tórshavn.
Seinni sama ár gjørdist hann lærari í Æðuvík, Søldarfirði og á Glyvrum. Men longu árið eftir kom hann sum lærari í heimbygdina og frá 1961 í Miðvágs-Sandavágs skúla, til hann fór frá við eftirløn.
Men Heini vildi útbúgva seg enn betur til lærarastarvið í tí nýggja preliminer- og seinni realskúlanum á Giljanesi, og fór hann tí longu skúlaárið 1962-63 á ársskeið á Danmarkar Læraraháskúla.
Vit báðir komu so at arbeiða saman í skúlanum á Giljanesi í eini 12 ár, til eg fór í annað starv, og minnist meg við gleði og tøkk aftur á skúlaárini vesturi í Vágum.
Marna og Heini hava nú skjótt verið gift í hálva øld. Tey eiga 4 børn: dóttrina, Eyðgerð, ið er lærari, og teir tríggjar synirnar: gudssonin Jógvan, ið er skipsførari á einum av størstu skipunum hjá Maersk, Jens Paula, ið er sivilverkfrøðingur og virkisleiðari á tí nýstovnaða flakavirkinum í Runavík og Signar, sum er djóralækni.
Tey kunnu nú eisini fegnast um tey mongu abbabørnini, ið javnan koma inn á gólvið, og so langabbabarnið, sum nú eisini er komið í verðina.
Hugsi eina løtu sum hesa eisini við takksemi um tær mongu hugnaligu løturnar, vit plaga at støkka inn á gólvið hjá tykkum.
Marna er tann stilla kvinnan, ofta við einum blídligum brosi. Hon er blíð at koma inn til, sáttlig av lyndi, vitug og fylgir væl. Hon letur gjarna okkum báðar práta, smýgur sær bert ljódliga burtur, og áðrenn tú varnast, er ein góður drekkamunnur á borðinum. Soleiðis kenni eg Marnu.
Heini er av øðrum bergi brotin. Hann er eisini gestablíður, sera prátingarsamur, fryntligur, lættur av lyndi, ofta brosandi og skemtingarsamur.
Minnist manga løtuna, vit hava sitið og prátað, og okkurt láturligt er havt á lofti, hvussu hann tá kann hava sitið í skellilátri og tráðspurt meg um hvør og hvønn og hví og hvussu, so láturin mundi ongan enda fingið.
Hetta eru yndisløtur hjá Heina, tí hann hevur frálík evni at síggja tað skemtiliga og stundum kanska eisini komiska í mongum og hvørjum, sum vit helst ikki skjøtta stórvegis um.
Heini er ein hugnaligur og dámligur maður at vera saman við. Minnist manga góða løtu saman við honum, Jesari, Jørgini og Johannes Olsen, tá ið vit ofta út á náttina sótu í sangkóranevndini og stungu út í kortið, sum dagsins politikarar nú á døgum plaga at siga. Tað vóru hugnaløtur burturav.
Hóast vit fluttu til Havnar fyri sløkum 40 árum síðan, hava vit sjálvandi varðveitt sambandið fyri vestan og mangan sitið væl inni hjá tykkum báðum, Marnu og Heina, sum vit her vilja nýta høvið at takka tykkum fyri.
Heini er ein mentamaður, søgufróður, sera gjølligur og gevst tí sjáldan at spyrja, fyrr enn samrøðuevnið er lýst so út í æsir, at tann, ið spurdur verður, einki meir veit at siga ella geva upplýsingar um.
Hann spyr ikki bert fyri at spyrja, men tí hann fegin vil fáa at vita, og ta vitan hevur hann so eisini varðveitt og givið komandi ættum til ognar.
Hetta viðfødda forvitnið, hann hevur, eru jú grundleggjandi eginleikar hjá einum og hvørjum granskara og fortreytir fyri meiri vitan og kunnleika, tí tann, ið einki spyr, mennist sjáldan til menska menniskju.
Heini fekk tí eisini nógv álitisstørv litin til í heimbygdini: 6 ár var hann í bygdaráðnum og tá tey 4 sum formaður, sat mong ár í barnaverndini og sum stýrislimur fyri Ellisheiminum.
Hann hevur verið 30 ár í hagastýrinum fyri Oknadali, av teimum 2 ár formaður. Í nevndini fyri Lions Club fyri Vágar hevur hann verið í mong ár, eisini forseti í nøkur ár, og nú árini eru komin, hevur pensjonistafelagið sjálvsagt eisini havt boð eftir honum, - læraranum við tí vøkru hondskriftini og góða penninum.
Í kirkjuráðnum hevur hann eisini sitið í mong ár, eisini har sum formaður.
Deknatænastan hevur leingi verið í móðurættini, har bæði abbin og tveir mammubeiggjar hansara hava verið deknar. Hesa týdningarmiklu tænastu hevur Heini nú eisini trúfast røkt í mong Harrans ár.
Hann lesur avbera væl, og tað man neyvan vera nakar, ið veit meir um Sandavágs kirkju, sum hann hevur miklan tokka til, enn hann. Tað er tí eisini mangur dagur, at heitt verður á hann, tá ið ferðafólk vilja sleppa at síggja hagan, fjøllini, bygdina og eina av vakrastu kirkjum í landinum.
Honum hevur altíð dámt sera væl bókina. Tí var hann eisini í mong ár bókavørður. Tað gongur eisini sjón fyri søgn, hvussu væl tað liggur fyri hjá honum við tí skrivliga.
Eitt dømi í so máta er barnabókin: Emil úr Lønnebergi eftir Astrid Lindgren, sum hann í 1978 týddi til livandi føroyskt barnamál.
Eg segði, at Heini var granskari. At so er, kom ikki minst til sjóndar í Mikkjals bók, sum hann og Jákup Reinert Hansen hava lagt úr hondum.
Gott, at tú við hesi bókútgávu var við til at seta skyldmanni tínum henda virðiliga varða!
At Heini so eisini hevur arvað onkra skaldaborna ílegu úr ættini er eyðsýnt av tí framúr væl yrkta sálminum: Her við strendur hevur staðið kristin kirkja øld um øld, har vit í huganum síggja henda smádreingin sita har frammi í deknastólinum hjá abba sínum og eygbera fedrarnar, ið stillisliga koma innar í skipið at seta seg:

Trúliga við sálmabókum
gingu fedrar kirkjuveg,
húgvurnar av høvdi tóku,
fóru innar, settu seg.
Kendu á sær halgan frið,
har teir sótu lið um lið,
høvur varð framyvir borið,
bóðu Jesus signa orðið.

At Heini eisini hávirðir og sýnir takklæti sítt móti teimum, ið undan hava gingið, er ikki minst eyðsýnt í vakra og væl yrkta sanginum: Fedrarnir, ið aldu meg, har bert hetta brotið verður endurgivið:

Fedrarnir, ið aldu meg,
varnir tróðu bygdarveg,
gjørdu ongan háva.
Tóku alva sær í hond,
greindu honum fjøll og strond,
eiggilig var gáva.

Lærdu unga ættarlið
góðan fróðskap, fornan sið,
fedratrúgv hátt mettu.
Vit at bera fingu tað
virðismikla ættarfæ,
gomlu av sær settu.

Tvær yrkingar, ið bæði málsliga, innihaldsliga og bygnaðarliga bera prógv um, at soleiðis kann bert eitt gott skald yrkja. Mær tykir, at her stendur hann einki aftan fyri skyldmann sín Mikkjal, og skaldsligi skyldskapurin er eisini sum togaður úr tonnunum á honum.
Sama er at siga um týðing hansara av jólasálminum: Gleðinnar hátíð, eftir Valdimar Briem.
Bert spell, at hann ikki hevur givið okkum fleiri sálmar.
At Heini so eisini er avhildin “lejlighedsdigter”, sum Danir siga, er sjálvandi lætt at skilja. Har liggur helst eitt hav av yrkingum goymt í onkrari skuffu.
Síðsta bókliga bragdið higartil er so bókaverkið, sum hann og Jóannes Heinesen góvu út í fjør: Av fjalli at fjørustrond við staðarnøvnum og húsum og fólkum í Sandavági. Vorðin sum dýrgripur at eiga hjá Sandavágs fólki og øllum teimum, ið onkursvegna varða av bygdini.
Og mær vitandi arbeiðir hann framvegis við bókútgávu, sum hann vónandi kann dugna okkum við í næstum.
Góði Heini! Hjartaliga til lukku við degnum og øll góð framtíðarynski frá mær og mínum.