Mentamaðurin Emil Thomsen, fil.dr.h.c. 90 ár

Vit Føroyingar eiga ikki sum t.d. frændur okkara fyri vestan so nógvar og virðismiklar fornar bókmentir. Men treyðugt so, at hóast mangt man vera farið fyri skeyti í farnum øldum, so hevur tað tó eydnast okkum at varðveita virðismiklar bókmentir á móðurmálinum frá teirri tíð, tá ið fór at spretta av álvara í bókagarði okkara.

Men her var tó tann mikli vansi, at hesar bøkur bert vóru atkomuligar hjá teimum fáu. Tú kundi kanska læna tær á bókasøvnum; men at læna er ongantíð tað sama sum at eiga, og tær vóru tí heldur ikki vorðnar fólkaogn, har tær vóru varðveittar.
Tað kann tí av sonnum verða sagt, at tað var í tøkum tíma og vorðið sum bragd, at hesin innibyrgdi bókaheimur umsíðir fekk mannin tann, sum við miklum áræði, dirvi og føðilandsalski setti Bókagarð á stovn seinnapartin í 60-árunum og við honum læt upp dyrnar á víðan vegg fyri øllum teim, ið bera tokka til móðurmálið og føroyska mentan!
Við Bókagarði eydnaðist tær Emili ikki bert at endurprenta dastið av mætastu bókaverkum okkara, men harumframt hevur tú sum eingin annar givið út eina mongd av navnframum týðingum og nýggjum bókmentum á móðurmálinum - tilsamans sløk 300 bókaheiti.
Tað er tí fyrst og fremst tær og konu tíni fyri at takka, at allar hesar dygdarbøkur á føroyskum máli hava fløtt inn í flestu heim her á landi - og ikki minst inn í skúlarnar, sum tystu eftir hesum bókmentum. Tað hevði tí verið sera ringt "at kent hitan av hondum, ið sleptu", um tit ikki høvdu flutt komandi ættum henda virðismikla førning fedra vára í heim í skúla, og stóra tøkk eiga tit fyri tað!
Men vit eru eisini væl vitandi um, at tað skal ikki vera nakar undanstøkkingur, ið innir slíkt verk, tí eitt er vist, at slíkur maður fær ikki altíð dýrdarveður og blíðan byr, men mangan mótburð og andstroymi. Og tað fekk Bókagarður sum so mangur annar so dyggiliga at sanna, tá ið fíggjarkreppan í 90-árunum eisini tók kvørkratak um hann og alt virksemi hansara, so at hann varð húsvillur við bókagoymslu síni, sum tað tó eydnaðist honum at varðveita - í læntum hølum.
Tann, ið hetta skrivar, veit, at Emil fór frá einum blómandi handli, tá ið hann á sinni stovnaði Bókagarð, og at tað ikki var fyri peningaligan vinning, hann tá fór undir bókavirksemi sítt, tí tílíkan vinning kundi hann saktans fingið ólíka lættari á annan hátt.
Nei, sannleikin er tann, sum hann sjálvur so rámandi segði, "at aftan fyri alt útgávuvirksemi mítt er goymdur alskurin til tað land og fólk, ið meg hevur fostrað, og til tað mál og mentan, ið sprottin er úr móðurjørð. Tí kendi eg tað sum skyldu mína at fara undir hetta bókaútgávuvirksemi, og mest av øllum hevði tað frøtt meg, um Bókagarði kundi verið lív lagað, so at hann við útgávustarvi sínum framhaldandi kundi sloppið at latið upp dyrnar á víðan vegg fyri øllum teim, ið bera tokka til mál og mentan okkara".
At hetta ikki var tómt gamlamannatos, varð ikki minst staðfest so dyggiliga, tá ið tú fyri 7 árum síðan - í fíggjarliga sera trongum korum - fórt undir nýggja útgávu av okkara mæta og háttmetta bókmentaliga gripi: FÖROYA KVÆÐI - CORPUS CARMINUM FÆROENSIUM (CCF). Hetta valaverk, henda prýðiliga tjóð-skaparliga fólkaútgáva, sum tú nú á gamalsaldri mestsum hevur fullfíggjað, kundi bert verða int av manni sum tær og konu tíni, sum mær vitandi hevur reinskrivað alt Føroya kvæði - umframt nógv onnur bókaverk, sum út eru komin.
Fyri ósjálvsøkna lívsverk sítt hava øll 5 grannalondini sýnt Emil tann heiður og ta tign, sum ein tílíkur avrekskappi av sonnum hevur uppiborið, og í 2004 fekk hann so eisini heiðursgávu frá Føroyum fyri mentanarliga avrik sítt í sambandi við 90 ára føðingardagin nú sunnudagin.
Góði Emil.
Tøkk fyri tey virðismiklu og varandi virði tú hevur veitt tí føroysku tjóðini. Tey vera verandi ein vakur varði um virðiliga verk títt.
Eg heilsi tær á 90 ára føðingardegi tínum við tøkk fyri trúfast vinarlag.

pjs