MENTAN
Tað er Jette Forchhammer, mentanarsosiologur og høvundur, sum hevur ritstjórnað álitið um føroyskan mentapolitikk á gáttini til eina nýggja øld, ið er komið út sum bók. Nordisk Kultur Institut gevur út. Álitið er tað fyrsta í eini røð í felags norðurlendskari granskingarverkætlan undir heitinum Nordisk kulturpolitikk under forandring. Mentamálastýrini í norðurlondum og Nordisk Kulturfond fíggja verkætlanirnar. Leiðari er Peter Duelund, ið starvast á Nordisk Kultur Institut í Keypmannahavn.
Í tíðindaskrivi sigur ritstjórin, at fyri at skilja føroysku støðuna í sambandi við orðaskiftið um fullveldi er tað umráðandi at seta ljóskastaran á margfeldni í mentanini. Ymsu álitini lýsa og greina mentapolitikkin í fimm norðurlondum umframt sjálvstýrisøkjunum og samiska mentanarøkinum á gáttini til eina nýggja øld. Spurningar, ið eru uppi at venda eru eitt nú: hvørji rák hava verið tey týdningarmestu í menningini, eru felagseyðkenni og munir landanna millum og í mun til Euopa, kunnu vit tosa um eina serliga norðurlendska mentan.
Stríðshugaður einstaklingar
Jette Forchhammer, sum áður hevur granskað sjónvarpsvanar hjá føroyskum børnum, hevur staðið fyri føroyska partinum av verkætlanini. Hon hevur ritstjórnað bókina í samstarvi við føroyingar, ið eru virknir innan føroyska mentan.
Mentapolitikkurin í Føroyum minnir ikki sørt um mentapolitikkin í norðurlondum, verður sagt. Eftir seinna heimsbardaga og eftir, at heimastýrislógin kom í gildi í 1948, er føroyski mentapolitikkurin bygdur upp sum ein partur av felags vælferðarpolitikki fyri alt fólkið, har dentur er lagdur á stuðul umframt ein fólksligan felagskap. Í mun til tey stóru norðurlondini við væl útbygdari umsiting og fyrisiting umframt stórum tjóðarligum mentanarstovnum, eru mentanarstovnarnir og almenni mentapolitikkurin í Føroyum fyrst og fremst bygdir upp av stríðshugaðum einstaklingum. Hetta áhaldandi stríðið hevur viðvirkað til eina sjálvstøðuga føroyskan mentan, sum hevur gjørt tað møguligt hjá Føroyum at taka lut í norðurlendskum mentanarsamstarvi.
Staðfest verður í álitinum, at enn er nógv at stríðast við. Ikki minst danska yvirharradømið og ræðið á málsliga og mentanarliga økinum, og vantandi fatanin hjá politikarum fyri, at mentan og list kosta. At Føroyar liggja so fjarskotnar hevur noytt nógv listafólk í útlandið eftir neyðuga íblástrinum og útbúgvingini.
Vandamál
Álitið lýsir mentanarpolitisk vandamál í einum søguligum og altjóða sjónarringi. Tað setir spurnartekin við í hvønn mun mentapolitikkurin er eydnast, og hvørjar trupulleikar listin og mentanin nú standa yvir fyri. Somuleiðis lýsir álitið serligar avbjóðingar, sum politiska støðan í Føroyum gevur høvi til, og kastar eisini ljós yvir avbjóðingarnar, ið koma í kjalarvørrinum av møguligari loysing frá ríkisfelagsskapinum.
Í Færøsk Kulturpolitik - ved indgangen til et nyt århundrede skrivar Jette Forchhammer drúgvan inngang við søguligum baksýni. Elin Súsanna Jacobsen, adjunkt, ph.d., skrivar søguligt yvirlit, Jógvan í Lon Jacobsen, adjunkt, mag.art., skrivar um føroyska málið, Bárður Jákupsson, stjóri í Listaskálanum, skrivar um myndlist, Martin Næs, landsbókavørður, og Steinbjørn B. Jacobsen, høvundur, skriva um bókmentir, Birita Mohr, sjónleikari, skrivar um sjónleik. Martin Mouritsen, musikskúlastjóri, og Kristian Blak, cand.mag., skriva um tónleik, Karin Elsubudóttir skrivar um Norðurlandahúsið, Jeanette Blåsvær, Jákup Thorsteinsson og Jóannes Dalsgaard skriva vegna Mentamálastýrið um mentanarpolitisku ætlanirnar hjá landsstýrinum, og Gunnar Hoydal, høvundur, skrivar eftirmæli, Umframt eru yvirlit yvir játtanir til mentan og list.
Færøsk Kulturpolitik - ved indgangen til et nyt århundrede er eitt sera forkunnugt og hent álit um føroyska mentan og list. Tað gevur innlit í nógv brigdi í mentanini og lýsir væl avbjóðingarnar, listin og mentanin standa yvir fyri, nú ein nýggj øld er byrjað. Bókin kann bíleggjast frá Nordisk Kultur Institut.