Mentan og list: Arbeiðsumstøður til listafólk og tónleikarar

Vit hava hesa seinastu tíðina sæð, at virðingin fyri menta- og listafólkum í Tórshavnar Kommunu kundi verið betri. Tað sóu vit til dømis, tá ið listakvinnan Hansina Iversen uttan aðra ávaring bara varð uppsøgd, hóast hon vann eina kapping um listprýðing av Skúlanum á Fløtum. Nú sær tíbetur út til, at hetta mál kemur á beint. Og vit sóu tað í handfaringini av málinum um grafiska verkstaðin  í Finsen hjá listafólkafelagsskapinum ListgraFo – sum knappliga hvarv.

Eg vóni, at vit eftir býráðsvalið fáa greiðan mannagongdir sum tryggja, at eisini listafólk verða viðfarin virðiliga.

Vit eiga at leggja okkum í geyma, at tað er  rundanum mentan og list, at vit skapa okkara samleika, okkara felagsskapir og  okkara relatiónir. Tí er dygdargóð list, so avgerðandi fyri okkum sum fólk – og fyri sálina í kommununi.

Tað serstaka við listini er, at hon má liva sítt egna lív, og hon má sleppa at syngja sítt egna lag.

Og tað er ikki altíð, at okkum dámar at hoyra sangin, tí hann finst við hvørt at, rættleiðir og útstillar okkara fáfongd og hjálparloysi. Og tað er júst eitt av endamálunum. Tola vit ikki tað – so dovna vit.

Men listin og metanin kemur ikki av sær sjálvum. Kommunali myndugleikin skal tryggja hampuligar arbeiðsumstøður.

· Listaleypurin er ein gyltur møguleiki fyri samstarv millum listafólk og kommunu – og hesa skipan eiga vit at menna, til gagns fyri skúlaverkið eisini.

· Tónleikarar mugu hava støð at venja og listafólk verkstøð og framsýningarhøli

· og so skulu listafólk eisini hava samsýning fyri sítt arbeiði

Vit í javnaðarflokkinum vilja betra um hølisviðurskiftini fyri listafólk í kommununi, og seta meiri fíggjarliga orku av til okkara yrkislistafólk

Helena Dam á Neystabø,

valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Kommunu