Mentan og vøkstur

Helena Dam á Neystabø, Landsstýriskvinna í mentamálum

-------

 

Løgmansrøðan er, sum vera man, ein samandráttur av teimum mongu máls­økjunum, sum landsstýrið og landsstýrisfólkini arbeiða við. Tað er rímiligt, at ólavsøkupakkin og tey mongu tiltøk, ið samgong­an hevur sett sær fyri at fremja til tess at møta fíggj­ar- og búskapar­krepp­uni, fylla nógv í ólavsøku­røðu løgmans, og at tað tí eru mál, ið rúm ikki hevur verið fyri í røðuni. Eitt av teimum er mentanarøkið.

Eg fari tí at loyva mær at greiða Føroya fólki frá nøkrum av teimum ætlan­um, ið eg, sum lands­stýris­kvinna í mentamálum, boð­aði løgmanni frá, kundu verið umrødd í løg­mansrøðuni. Mál, sum hava høga raðfesting í árinum sum kemur og árunum sum koma.

Í Føroyum hava vit eitt ríkt tilfeingi – fólkið, ment­anina og samleikan. Hetta eru grundarsteinar, tá vit vilja menna kreativa og skapandi vinnu. Megna vit at skipa okkum á rættan hátt, kann mentan og ný­­hugsan gerast okkara virðis­miklasta tilfeingi – mentanarliga eins og búskaparliga. Eitt av enda­málunum við mentanar­politikkinum er at skapa karmar, ið menna kreativar førleikar, og sum frá líður eisini kreativar vinnunur.

Landsstýrið ætlar at taka upp samstarv við okkara virkna mentanarlív við tí endamáli í felag at orða eina virkisætlan, ið um­­framt at menna mentanar­karmarnar, vísir á, hvussu til ber at menna mentan til vinnu. Tann vøkstur, ið okkum tørvar í løtuni, skal spretta úr øðrvísi gagn­nýtslu av tilfeinginum. Farið verður undir hetta samstarv í heyst.

 

Mentanarliga undir­støðukervið

Somuleiðis skal ein ætlan orðast, hvussu vit bøta um mentanarliga undir­støðu­kervið kring landið. Hugsað verður um søvn, sjónleika- og tón­leikahús, mentanarhús og aðrar týðandi íløgur á mentanar- og ítróttar­økinum.

Vert er at geva gætur, at stuðulin til mentanina er virksemisskapandi. Sjáld­sama nógv arbeiða sjálv­boðið og ólønt við stórum verkætlanum á mentanar­økinum. Fólk skriva, yrkja, skapa tónleik, sjónleik, menna sniðgeving, lista­handverk, matlist, byggja bátar og menna ferða­vinnu­tilboð o.s.fr.. Alt hetta er við til at skapa arbeiði og vøkstur innan kreativu vinnugreinar okkara.

 

Mentanargrunnurin

Við at vaksa nakað um tann stuðulin, sum Ment­anar­grunnurin veitir, og sum verður veittur til at menna mentanarliga undir­støðukervið um alt landið, skapa vit hópin av virk­semi í mentanarligu høvuðs­vinnuni, men eisini í hjávinnum sum t.d. graf­isku vinnuni, KT-vinnuni, prentsmiðjuvinnuni, byggi­vinnuni og ferðavinnuni. Miðað verður eftir at styrkja um bæði fíggjarliga og fyrisitingarliga partin av Mentanargrunni landsins, og neyðug lógarbroyting verður løgd fyri tingið.

Tað er umráðandi, at okkara listafólk, rithøv­undar og tónleikarar fáa møguleika fyri at arbeiða við sínari list, og at listin sleppur at bjóða av, at revsa, at orða nýggjar hug­myndir og at virka frælst. Tað er altavgerðandi fyri okkara førleika at flyta okkum.

Leiklistin í Føroyum blómar, hóast umstøðurnar ikki eru tær bestu. Sum liður í at bøta um viður­skiftini er ein arbeiðs­bólk­ur settur at gera tilmæli um stutt- og langtíðarætlan við atliti at hølisumstøðunum, og hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í heyst.

 

Kringvarpið

Kringvarpið er ein týð­andi mentanarberi í før­oyska samfelagnum. Í komandi tingsetu verður Føroya fyrsti public service-sátt­máli lagdur fyri tingið til aðalorðaskiftis. Sáttmálin skal m.a. áseta, hvørjar skyldur Kring­varpið hevur mótvegis borgarunum aftur fyri kringvarpsgjaldið, og enda­lig avgerð skal takast um fíggingarleist Kring­varpsins eins og leiðslu­bygnað Kringvarpsins.

Eisini verður álitið um málmørk lagt til aðal­orðaskiftis. Fólksins sam­leiki endurspeglast í móðurmálinum, ið sum fremsti samskiftismiðil skal tryggja, at málini, sum vit seta okkum, verða rokkin á ein fólkaræðis­ligan hátt.

 

Mentanin og ítrótturin ganga á odda

Eins og føroysk menta­fólk, ganga ítróttarfólkini á odda, tá ræður um at seta Føroyar á heimskortið. Hetta bera framúr góðu úrslitini í altjóða kapp­ing­um boð um. Nógv átøk kunnu gerast fyri at betra um umstøðurnar hjá før­oyskum ítrótti. Ein raðfest útbyggingarætlan fyri ítrótttarøkið skal orðast, lóggáva skal samtykkjast um bygging av ítróttar- og mentanaranleggum, og støða skal takast til, um Føroyar skulu søkja um at hýsa Oyggjaleikunum í 2017. Á hesum øki, eins og á so mongum økjum innan mentan og list, er tað ómeta­liga umráðandi, at tey sjálvbodnu í mentanar­lívinum, landsstovnar, vinnan, land og kommunur hava eitt felags stev.

Miðað verður eftir at koma á mál við lógávu­arbeiðinum í sambandi við, at fólkakirkjan er yvirtikin, og stórur dentur verður lagdur á at byggja upp eitt haldgott og virðiligt samstarv millum kirkjuliga og politiska myndugleikan.

Hetta eru nøkur av teimum málum, ið eg ynski at greiða løgtinginum frá í sambandi við løgmans­røðuni, ásannandi at eitt ríkt mentanarlív er ein fyritreyt fyri trivnaði og viljanum til at taka tøk í felag.