Tað er Jógvan við Keldu, sum saman við hinum føroyska umboðnum í Norðurlandaráðnum, Dan R. Petersen, hevur fingið í lag hesa forvitnisligu vitjan av formanninum í Norðurlendska Mentunargrunninum, Søren Hansen, ið eisini er limur í danska fólkatinginum.
Norðurlendski Mentunargrunnurin ynskir at vera meiri sjónligur í Norðurlondum, soleiðis at fólk fáa fleiri upplýsingar um grunnin, og tey tiltøk, ið hesin grunnur kann stuðla, sigur Jógvan við Keldu í stuttari viðmerking.
25 milliónir um árið
Víðari upplýsir Jógvan, at árliga upphæddin hjá grunninum er umleið 25 mill. krónur, og letur Norðurlendski Menturnargrunnurin stuðul til umleið 250 verkætlanir árliga.
Dentur verður lagdur á at stuðla tiltøkum í sambandi við børn og ung, mentan, nýggjar fjølmiðlar og tvørmentunarlig átøk o.s.fr.
Hvør kann fáa stuðul?
Tey, ið hava áhuga í at vita meira um hvørjum tiltøkum Norðurlendski Mentunargrunnurin kann stuðla, skulu seta sær tíð av komandi fríggjakvøld tann 18. juni klokkan 18, tá ið Søren Hansen fer at halda ein almennan fyrilestur í Tekniska Skúla í Klaksvík, har evni er ?Hvussu virkar Norður-lendski Mentunargrunnurin, og hvat letur hann pening til??
Sum nevnt, er fundurin almennur, og somuleiðis verður høvi at seta spurningar.
Áhuga kring alt landið
Her er talan um eitt evni, sum eigur at hava áhuga hjá fólki kring alt landið, og tað er av hesi somu orsøk, at fyrilesturin hjá Sørini Hansen er settur at verða klokkan 18, soleiðis at avbygdafólk hava møguleikan at fara av Klaksvík aftur við Dúgvuni sama kvøld. Seinasti túrur hjá Dúgvuni av Klaksvík fríggjakvøld er klokkan 20:15.
Jógvan við Keldu og Dan Petersen leggja dent á, at hetta tiltak í Klaksvík er ætlað øllum teimum, sum kunnu hugsast at hava brúk fyri stuðuli úr einum grunni sum hesum. Tað kunnu t.d. vera fólk, ið eru virkin innan ymsar mentunargreinir, og sum kanska liggja inni við eini ella aðrari ætlan, eitt nú innan tónlist, list, litteratur ella eitt nú fjølmiðlavirksemi.
Søren Hansen, umboðar danska Sosialdemokratiska flokkin á fólkatingi, har hann hevur verið limur síðani 1979. Hann hevur verið sera virkin í donskum felags- og politiskum lívi og hevur røkt og røkir fleiri álitisstørv.
Síðani 1990 hevur hann verið limur í Norðurlendska Mentunargrunninum, har hann hevur verið formaður síðani 1998.