Mentanarhúsið verður nærmasti granni

Hjúnini, Meinhard og Maria Olsen, eiga húsini í Runavík, sum verða nærmasti granni hjá ætlaða mentanarhúsinum ? um húsið, sum ætlanin nú er, verður bygt vestanfyri skúlan í Runavík.
<DPTAB>    - Hvat er tað, tit skriva í blaðnum, spurdi Maria ein dagin, vit møttu henni í Runavík.
<DPTAB>    Hjúnini eru ikki kunnaði um stóru byggiætlaninar

Mentanarhúsið

- Vit vistu einki ítøkiligt um ætlaninar, fyrr enn Sosialurin skrivaði um hetta. Sonur okkara, Jónstein, hevði hoyrt okkurt graml um, at ætlaða mentanarhúsið verður nærmasti granni hjá okkum. Eingin hevur kunnað okkum um nakað sum helst.
Maria er vaskikona í hølunum hjá arbeiðarafelagnum, Hæddini í Saltangará, har Sosialurin eisini húsast. Ein dagin eftir, at vit høvdu borið tíðindini um ætlaða mentanarhúsið, møttu vit Mariu í gongini:
- Hvat er tað, tit skriva í blaðnum, spurdi hon.
Maria segði, at eingin hevði kunnað tey um ætlaninar, hóast húsini hjá teimum eru tey einastu, sum standa á økinum. Tískil vistu tey av ongum.
- Sonurin, Jónstein, hevði sagt, at hann hevði hoyrt okkurt graml um ætlaninar ? og, at tekningar av húsinum fyrilógu. Kortini hvakk eg við, tá ið eg sá mynd av húsunum hjá okkum í Sosialinum. Eg helt ikki, at ætlaninar vóru komnar so langt, sigur Maria.

Trongligt

Nevndin í Mentanarhúsfelagnum, sum arbeiðir við ætlaða projektinum, hevur sagt, at Runavíkar býráð hevur víst teimum á eitt øki millum skúlan og húsini hjá Mainhardi og Mariu.
Somuleiðis er sagt, at ætlaða mentanarhúsið verður einar 800 fermetrar stórt.
Økið millum skúlan í Runavík og húsini hjá Mainhardi er ikki stórt, og tá ið skúlin ætlandi eisini skal byggjast út vestureftir, kann tað vera torført hjá fólki at síggja, hvussu pláss eisini kann útvegast fyri einum húsi, sum er átta ferðir størri enn eini vanlig sethús.
- Tá ið eg hevði lisið um ætlaninar, fór eg inn á býráðsskrivstovuna, har eg hitti býráðsformannin, Rodmund Nielsen. Hann segði, at enn var langt á mál við mentanarhúsinum, og at her fór einki at henda fyri tað fyrsta. Rodmundur segði, at ætlaða skúlabyggingin í Runavík lá fremst í huganum hjá býráðnum, sigur Maria.

Bert átta hús

Maria og Mainhard Olsen bygdu húsini í Runavík 1957-1958 og fluttu inn í 1959. Húsini standa einsamøll vestanfyri skúlan, niðan móti brekkuni. Síðan tey lótu húsini byggja, er Runavíkin og Runavíkar kommuna sum heild vaksin ógvuliga nógv.
- Tá ið vit fluttu inn, vóru eini átta hús tilsamans í Runavík.
Spurd, um tey eru órógvaði, nú tað er uppá tal, at mentanarhúsið verður teirra næsti granni, sigur Maria:
- Nei, tað eru vit ikki. Vit taka hetta púrasta avslappað. Maðurin hevur so gott sum einki sagt um hetta, men eg og sonurin, Jónstein, hava tosað eitt sindur.
Maria ásannar tó, at verður mentanarhúsið í framtíðini teirra næsti granni, verður hetta er stór broyting, tí sum er, standa húsini burtur frá øðrum húsum í friðarligum umhvørvi, har skúlin er næsti granni.
Sum skilst, hevur Maria einki ímóti, at Runavíkin fær eitt mentanarhús, men hon dugir illa at síggja, hvussu pláss kann útvegast fyri einum so stórum bygningi á økinum, har tey búgva ? undir liðini á skúlanum.

Fornminni

Nakað norðanfyri húsini hjá Mainhardi og Mariu stendur ein gamal "bunkari", sum bretsku hermenninir bygdu undir seinna kríggi. Í sínari tið varð hesin goymdur í lyngi, so hann ikki skuldi síggjast úr luftini. Bretar nýttu bunkaran til verju av Skálafjørðinum.
- Í sínari tíð róptu tey hetta ein "festning". Seinni góvu børnini húsinum navnið, "gamla hús". Í dag verður bunkarin nýttur til seyðahús.
Maria sigur, at fornminnisfeløg hava vísti bunkaranum áhuga, og hon ivast í, hvussu stórt plássið á økinum er til skúla og mentanarhús, um myndugleikarnir fara at krevja, at bunkarin verður verandi.
- Eg havi einki ímóti einum mentanarhúsi, men eg haldi, at skúlin, sum er í Runavík, eigur at koma í fyrstu røð. Somuleiðis hevði eg hildið, at leingi ætlaða svimjihøllin í Runavík átti at havt hægri prioritet, enn líkt er til, at hon hevur havt, sigur Maria Olsen.