Mentanarnáttin í Havn verður 10. september

– Vit gleða okkum til at enda summarið við einum braki av einari mentanarnátt, siga tey úr Visit Tórshavn

Fríggjakvøldið 10. september verður Mentanarnátt í Havn. Tað er dagurin, tá ið stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið.


Livandi tónleikurin sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Mest sum allastaðni í býnum er tónleikur at hoyra.


Vanliga er mentanarnáttin fyrsta fríggjakvøld í juni, men koronustøðan forðaði fyri henni tá. Nú er støðan lukkutíð ein onnur. Visit Tórshavn hevur ráðført seg hjá koronuráðgevingini, sum metir tað vera ráðiligt at halda eina mentanarnátt 10. september uttan avmarkingar.


– Vit gleða okkum til at enda summarið við einum braki av einari mentanarnátt! siga tey.