MENTANARRÁÐ
Mentanarráðið er nú ávegis. Landsstýrið hevur í umbúna at stovna eitt óheft mentanarráð, sum skal ráðgeva og vegleiða landsstýrinum í mentanarviðurskiftum í breiðum týdningi. Á hvørjum ári skal ráðið gera eina mentanarráðgeving. Umframt kann landsstýrismaðurin í mentamálum leggja fyri ráðið ymiskar ætlanir til ummælis, og ráðið kann eisini koma við tilmælum.
Tað er landsstýrismaðurin í mentamálum, Óli Holm, sum er upphavsmaðurin til mentanarráðið. Síðani hann kom í landsstýrismannasessin fyri fáum mánaðum síðani, hevur verið arbeitt við málinum, og ætlanin er, at allar fyrireikingarnar eru lidnar í heyst.
- Arbeitt verður nú við at gera arbeiðssetning fyri ráðið og neyvt at útgreina, hvat virksemið hjá ráðnum skal vera. Tað er avgjørt saknur á einum slíkum ráði. Tað eru mangan ivaspurningar í sambandi við ymisk mál, sum eitt slíkt ráð kundi vegleitt í, sigur Óli Holm.
Enn er ikki avgjørt, hvussu ráðið verður sett saman ella hvørji fólk fara at manna tað.