Mentanartiltak í Runavík

Eitt mentanartiltak verður á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi týskvøldið, har Árni og Marnar Andreasen fara at syngja og spæla. Í samband við at 25 ár eru liðin, síðan Eysturoyar Røktar- og Ellisheim varð tikið í nýtslu, verður skipað fyri fleiri ymiskum almennum mentanartiltøkum á heiminum.

Týskvøldið 2. juni kl. 19.30 syngja og spæla brøðurnir Árni og Marnar Andreasen í kantinuni á heiminum.

Mentanartiltakið týskvøldið verður tað fjórða av fleiri. Fyrsta tiltakið var 24. mars, tá Kingobólkurin úr Tjørnuvík sang, næsta tiltakið var 22. apríl, tá sangkreftir úr Fuglafirði sungu, triðja tiltakið var mikukvøldið 22. mai, tá Dansifelagið á Látrinum á Eiði framførdi dans og dansispøl. Nú er tað so brøðurnir Árni og Marnar Andreasen, sum fara at syngja og spæla.

Aftaná mentanartiltakið týskvøldið verður møguleiki at keypa sær ein kaffimunn. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.