Mentanarvikan í Sunda kommunu hevur í fleiri ár verið løgd eftir staksdegnum í Tjørnuvík, sum er miðskeiðis í september.
- Soleiðis verður eisini næsta ár. Tað, at hava mentanartiltøk í september, hevur víst seg at rigga avbera væl.
Í Sunda kommunu vita tey at siga, at á seinastu mentanarviku vitjaðu umleið 2500 fólk í Sundalagnum.
Lagt verður aftrat, at næsta ár verður mentanarvika í Sunda kommunu í døgunum 10.–19. september. |