Mentanarvikan verður flutt

Nú Faroeexpo verður í oktober annað hvørt ár er gjørt av, at mentanarvikan í Runavík verður flutt at vera í apríl

Mentanvikan í Runavík verður ikki í oktober, sum hon hevur verið. Heldur verður hon síðst í apríl. Tað samtykti býráðið í Runavík hóskvøldið, tá ið býráðsfundur var í Oyndarfirði.

 

Í tilmælinum til fundin varð sagt soleiðis:

Mentanarvikan hevur síðan byrjan ligið seinast í oktober, samstundis sum Faroexpo hevur verið. Faroexpo hevur vinnuligt fokus og mentanarvikan hevur verið eitt ískoyti til vinnustevnuna. Seinastu árini er mentanarvikan «Skýming» vaksin í vavi og hevur havt eina umfatandi og fjølbroytta skrá. Nú avgjørt er, at Faroexpo verður annað hvørt ár, er tíðin kanska eisini komin til at broyta innihaldið í skránni fyri mentanarvikuna og at hon eisini verður sjónlig í hinum bygdunum í kommununi.

-Mentanarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum um at broyta innihaldið í mentanarvikuni og at mentanarvikan verður flutt til at verða seinast í apríl.

Býráðið samtykti á fundi 31. august at taka undir við tilmælinum frá mentanarnevndini.