Mentanarvikan, sum verður hildin í Runavíkarøkinum í næstu viku, tá vinnustevnan FaroExpo eisini verður, byrjar longu sunnudagin, 19. oktober.
Tað verður borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, sum fer at seta mentanarvikuna, sum aftur í ár hevur heitið Skýming, sunnudagin klokkan 15.
Tá borgarstjórin hevur bjóðað øllum vælkomnum, fer Sæunn L Nolsøe, deildarstjóri í BankNordik, at halda røðu.
Nes Sóknar Musikfelag fer at spæla, og Bárður á Lakjuni og Barnakórið í Kelduni fara at syngja, og eisini verður skemt og fimleikur.
Seinnapartin sunnudagin lata listaframsýningar upp, og tá verður eisini skipað fyri heilsutiltaki.
Heilsutiltakið verður skipað sum gongutúrur eftir gøtuni runt Toftavatn, har Jóannes S. Hansen fer at siga frá.