Í kvøld verða Mentanarvirðislønir landsins latnar á eini hátíðarløtu Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað verður løgmaður, Aksel Johannesen, sum handar virðislønirnar, nú hann fyribils røkir mentamál, inntil nýggjur ráharri verður funnin.
Virðislønirnar vera hesar tríggjar:
- Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
- Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
- Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 kr. Hon verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin til ungt listafólk verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.
Sum siðvenja er verða nøvnini á teimum, sum fáa mentanarvirðislønirnar, ikki kunngjørd, fyrr enn tá virðislønirnar verða handaðar.