Sumba: Eitt stórt arbeiði er lagt í, til tess at fyrireika hetta so væl sum gjørligt.
Tann stóri dagurin, tá “Sunnbiar Sóknar Bygdasavn” letur upp á fyrsta sinni, er settur til leygardagin 19. mai. Tá kemur millum annað mentamálaráðharrin Bjørn Kalsø at luttaka.
Fyrireikingarnevndin hevur fingið hús til vega, har savnið skal halda til.
Ein umfatandi skrá er gjørd til tað, ið er vorðið til sannar mentanardagar í Sumba, við bæði framsýningum, útferðum, fólkafundum, fyrilestrum, andaligum tiltøkum og øðrum bæði fyri ung og eldri.
Sumbiar kommuna hevur haraftrat fríðkað og gjørt eitt øki klárt við fótbóltsvøllin til kamping.
So her er lagt upp til rimmar mentanardagar í sunnastu bygd okkara.
Úr dvala
Sumba er søgurík bygd, og sum skilst hevur ikki staðið á hjá fyrireikarunum at fáa hjálp til tiltakið.
Eitt týdningarmikið arbeiði hevur verið at fáa hendur á so mongum fornum dýrgripum sum gjørligt, og sum nú verða savnaðir á einum og sama staði.
Mentanardagarnir byrja longu hósdagin 17. mai, og halda fram alt vikuskiftið, heilt til sunnukvøldið.
Millum tey mongu tiltøkini eru fleiri konsertir, har millum annað Sveinur Gaard Olsen fer at syngja, eins og bólkurin Fire Star, sum hevur ligið í dvala í samfull 30 ár, skal spæla.
Ein serstøk gudstænasta verður í Sumbiar kirkju 17. mai ið er Kristi Himmalsferðardagur. Sóknarpresturin á Tvøroyri, Jónsvein Bech prædikar, og fer at tosa um keltiskt árin á kristnitrúgv okkara. Við hesa gudstænastuna luttekur eisini Sumbiarkórið.
Ein dagur úr skránni
Eitt stórt arbeiði er lagt í at gera skránna so áhugaverda sum tilber.
Her er eitt dømi um tað – skráin fyri leygardagin 19. mai:
kl. 09-10: Ábit í samkomuhúsinum. Sunnbiar Sóknar Kommuna bjóðar ókeypis morgunmat.
10-14: Gongutúrur niðan á Beinisvørð. Staðkendur ferðaleiðari (einans um viðrar) og felagssangur á fløtuni. Skutlibussar flyta fólk úr Billhústúni niðan á Hest kl. 10, og heim til bygda umleið kl. 15.
12-14: Matsøla í samkomuhúsinum
13-18: Málningalist í skúlanum. Jákup Hjaltalin, Absalon Absalonsen o. fl.
13-18: Skjalaframsýning í skúlanum. (savnsverk eftir Albert Djurhuus. Hans Meinhard Djurhuus o.fl.) (hvalastøð í Lopra - søguligt innlit) og annað forvitnisligt.
13-18: Sunnbiar ítróttarsøga, bragdarlýsing og framsýning á Krossinum.
14-21: Útferðir undir Sunnbiarbjørgini. Fráferð úr Pollinum hvønn tíma (einans um viðrar).
14-21: Tivoli, hoppiborg o.a. í skúlagarðinum. Johan í Fámará undirheldur.
15-16: Kappróður. Gomul 6-mannafør (einans um viðrar).
16-17: Sunnbiar Sóknar Bygdasavn opnar alment. Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri flytur fram røðu, og Sunnbiarkórið luttekur.
19-23: Kvøldseta og fedranna tala, borðhald, felagssangur, gaman, álvari, framførslur, frásagnir v.m.
24-01: Fólksins rødd og felagssangur. Arnfríð Hentze flytur fram midnáttarrøðu.
01-??: Enskur dansur (X-factor stjørnan Sveinur við bólki). Serstakur gestabólkur “Fire Star”: Ronnie Nielsen, Birgir Djurhuus, Halldórur Kjærbæk, Poul Johs. Poulsen - Jan Nielsen - Georg eystan Á.