Viðtal
Fyrri partur
Edvard Joensen
Tilvildin gjørdi, at hann tríggjar ferðir byrjaði seinni enn hinir floksfelagarnir í skúlanum. Men kortini hevur hann verið í skúla alt lívið. Nú skúlaárið byrjaði aftur, vóru 40 ár liðin, síðan Hanus A. Samuelsen byrjaði sín læraragerning, og hann ætlar at halda fram.
10. september 1936 var aftur barnagrátur at hoyra í Skumpitoft í Húsavík. Langt var síðan seinast. Men hendan dagin átti Súsanna son, sum hon og maðurin, Óli, nevndu Hanus Antoniussen Samuelsen.
Í hesum søguliga umhvørvinum í Húsavík vaks hin lítli Hanus upp. Har komu fólk á gátt, sum væl dámdu at práta og siga frá. Søguliga hendingar vórðu tiknar fram. Tosað varð um fólk, sum undan vóru farin og um tey, sum enn vóru uppi á døgum. Fólk, bæði úr bygdini og av bygd, stukku inn á gólvið, og nógv varð spurt og fregnað, kanska serliga tá avbygdarfólk kom á gátt. Av fólki, sum stakk inn á gólvið minnist hann Janus undir Leitinum í Húsavík og Hans á Mølini í Skálavík sum góðar frásøgumenn.
Hin ungi Hanus hevði góðan hug at læra og sat undir tí, havt varð á máli. Honum dámdi væl søgurnar, og serliga stuttligt helt hann tað vera, tá sagt var frá ymsum fólki, sum hevði gjørt tað ella tað.
Tað var ikki bara tað, greiðir Hanus frá, at tey søgdu frá, hvussu fólkini vóru. Tey spældu hesi fólkini. Hermdu eftir teimum. Soleiðis at skilja, at tey tosaðu sum hesi fólkini, sagt varð frá.
»Á tann hátt metti eg meg at kenna hesi fólkini, sum langt síðan vóru farin hiðani, men kortini tóktust hava vitjað heima hjá okkum«, minnist Hanus í Skumpitoft.
Gamalt umhvørvi
Tað er helst eingin heilt nágreiniliga frásøgn um, hvaðani húsanavnið »Skumpitoft« kemur, sigur Hanus.
Gamalt er, greiðir hann frá, at har vóru gamlar toftir á staðnum, ið mestsum lógu sum órudd. Tær vórðu so skumpaðar saman og brúktar sum støði at byggja nýggj hús á. Hesi húsini vórðu eftir hesum samanskumpaðu leivdunum nevnd »Í Skumpitoft.«
Mansnøvnini í húsinum gingu upp á skift. Antinis og Hanus hava teir itið.
Hanusarnavnið sigst ganga heilt aftur til Hans Tausen, danska trúbótarmannin, føddur í 1494. Oldabbasonur hansara, Hans, var faðir at Nicolai Hansen Tausen, ið kom úr Noreg til Føroya fyri góðum 300 árum síðan og var bartskeri og sýslumaður. Sonur hansara, Hanus, átti við seinnu konu síni í Skálavík Antinis, ið bygdi Skumpitoft fyri góðum 200 árum síðan. Abbasonur Hanusar, sum eisini eitur Hanus, er fimtanda ættarlið frá Hans Tausen og tann áttandi Hanus í røðini.
Antinis navnið fall burtur ímillum, tá abbi Hanusar, sum eisini æt Hanus, bert fekk eina dóttur, sum nevnd varð Súsanna. Hon giftist Óla á Mýrini, og tey búsettust í Skumpitoft. Tilkomin fingu tey son, sum Óli vildi skuldi bera gamla navnið í húsinum. Sjálvur metti hann seg sum tilfluttan. Drongurin varð nevndur Hanus og fekk gamla ættarnavnið Anthoniussen, sum millumnavn, og komu soleiðis bæði Hanus og Antines nøvnini at verða borin víðari.
Hanus A. Samuelsen greiðir frá, at abbi hansara, hin fyrr nevndi Hanus, vildi varðveita tey fornminni, sum vóru í Húsavík. Húsavík er søgulig bygd, har kanska mest Hústrúin hevur verið kend.
Upp gjøgnum tíðina er so fallið frá, og toftirnar hava staðið eftir. Ikki hevur byggitilfar verið tað, mest hevur verið til av í Føroym, so fólk hava brúkt aftur slíkt, sum hevur verið við hondina. Soleiðis hevur eisini verið við toftunum í Húsavík.
Abbin, Hanus í Skumpitoft, tann sætti, vísti tó hesum fornminnum ans og virðing og gjørdi nógv fyri at varðveita tey. Hesin ansur fór í arv til dóttur hansara, Súsonnu í Skumpitoft, sum mangur ferðamaður, ið vitjað hevur Húsavík seinnu helvt av tjúgundu øld, hevur hitt.
Tað er vist ikki nágreiniliga staðfest, hvussu gomul bygd Húsavík er, sigur Hanus. Í Føroyingasøgu er Snæúlvur nevndur og í viðmerking sagdur at búgva í Húsavík, so har man ein tann elsta búsetingin í landinum vera.
Skjalfast er, at Guðrun Sjúrðardóttir, Hústrúin, var har í 1403.
Um hana eru tvær sagnir, sum eru heldur ólíkar. Onnur er, at hon var olmussugenta úr Skúvoy, sum fann gullhornið hjá Sigmundi og fyri tað keypti sær ta jørð, sum gjørdi hana til ríkastu kvinnu um hesa leiðir.
Hin søgnin, sum meira livir í Húsavík, sigur hana vera komna úr Noreg.
Og tað passar betri við tey skjøl, sum siga, at hon var úr Bergen og giftist til Húsavíkar. Rík hevur hon verið og átti jørð bæði í Noreg og Hetlandi, sum skjøl eisini prógva.
Hugurin var til bókina
Í Skumpitoft var ognarhús og væl av jørð var til. So mikið, at tá bar væl til at liva av tí. Væntandi var, sum natúrligt eisini var, at Hanus skuldi taka við og bera víðari.
Men heilt tíðliga varð greitt, at hugur hansara var til bókina heldur enn til moldina.
Pápin var eisini bókahugaður, men hansara umstøður á ungum árum gjørdu, at ikki var hugsandi um annað enn at vinna til lívsins uppihald. Ikki vildi hann forða soninum í at lesa, og tað er so komið túsundtals føroyskum studentaskúlanæmingum til góða hesi 40 árini, Hanus hevur undirvíst á Føroya Stundentaskúla.
Løgið er tað kortini, minnist Hanus. Tá hann skuldi í skúla sjey ára gamal í september 1943, útsetti hann. Hann bíðaði til fyrsta november. So ein dag aftrat, men fór tó at enda í skúla nakrar mánaðar aftaná, at skúlagongdin átti at verið byrjað.
Í Húsavík vóru tveir flokkar. Eldri og yngri flokkur. So eftir sum næmingurin var til, slapp hann upp í eldra flokkin. Ein lærari var at taka sær av báðum flokkunum.
Hóast hugurin at lesa var góður, var ikki tað nógva av lesnaði at fáa hendur á. Onkuntíð hendi tað seg, at skúlin fekk bøkur til láns frá landsbókasavninum, og tær vórðu so lisnar við stórum áhuga. Nakað var í húsinum av avgomlum bókum, sum til dømis Heimskringla á donskum. Og tað varð sjálvandi alt lisið.
Tá Hanus seinni kom til Havnar at ganga í skúla, og fann útav, at eitt veruligt bókasavn var, har bøkur bara kundu lænast, fór hann rættiliga at lesa.
Um hesa tíðina fekk hann eisini fyrstu bindini av onkrum uppslagsverki, hann framvegis dagførir árliga, greiðir Hanus frá.
Tað var nú ikki heilt vanligt tá í tíðini, at gingið varð í skúla longri fram, sigur Hanus. Tað var ikki ein og hvør, sum fór í skúla. Tað var meira siðbundið. Akademikarabørn og so onkur hendingur aftrat, sum hevði góðar peningaligar umstøður ella serliga góðan hug. Og ikki lá tað soleiðis í kortunum heldur, at hann skuldi lesa og gerast skúlamaður burturav.
So hendi tað, greiðir Hanus frá, at Árni Olsen, fyrrverandi yvirlækni, sum er giftur við systkinabarni Hanusar, fór at tosa við Thomas Nygaard, sum var rektari á Føroya Studentaskúla, um at lata Hanus sleppa á preliminerskúlan. Árni helt, at tað var skeivt, at hesin evnagóði drongurin ikki skuldi fáa nýtt sínar andaligu gávur.
Nygaard var lagaligur og beyð honum at koma á skúlan, hóast skúlaárið var byrjað. Enn einaferð kom Hanus ov seint í skúla. Hann byrjaði ikki fyrr enn eftir jól.
Triðja januar fór hann so til Havnar. Og tað, at koma úr Húsavík til Havnar, var ein rættiliga stór broyting í lívinum, minnist Hanus.
Tað er ikki lætt, sigur hann, at koma soleiðis inn í ein flokk, sum frammanundan er samansjóðaður. Tú kemur fremmandur inn í ein flokk, har fólkini longu kenna hvønn annan. Tú skalt inn um ein garð, sum hinir næmingarnir longu hava laðað.
Preliminerskúlin var tvey ára skeið, sum kanska serliga var ætlað bygdarbørnum, sum bert høvdu gingið í barnaskúla, greiðir Hanus frá. Í 1959 verður hann broyttur til realskúla, sum var trýára skeið.
At lesa var tað heilt stóru upplivilsið hjá Hanusi, minnist hann. Hann las alt, sum var at lesa. Og tað, at hann bert gekk hálvtannað ár í preliminerskúlanum, var eingin forðing fyri at sleppa víðari til studentaskúlan.
Hanus greiðir frá, at honum dámdi at kalla øll fak líka væl. Tað veri seg rokning, matematikk, fysikk, søgu, mál og hvat nú var. Og tá hann skuldi í studentaskúlan, kundi tað mestsum gera tað sama, hvørja deild hann fór á. Hann valdi matematisku deild.
Hanus tók matematiskt studentsprógv í 1956. Tey vóru bara átta studentar tað árið. Av teimum eru tveir ikki meira á lívi.